Føroyska deildin hjá íslendska felagnum Samskip hevur havt tungan róður seinastu árini, men í fjør minkaði undirskotið tó og endaði á 5,6 mió kr, sum var tríggjar milliónir krónur frægari enn 2024.
Tað hendi eftir, at bruttovinningurin vaks við góðum fimm milliónum krónum, til smáar 42 mió kr.
Samskip reka farmaskip og frystihotell í Kollafirði.
75 fólk hava sína dagligu gongd hjá virkinum.
Leiðslan sigur í frágreiðingini, at hon er ikki nøgd við gongdina, sum serliga er ávirkað av øktum kostnaði í samband við skipini.
- Grundað á hallini seinastu tvey árini er felagið veikt kapitaliserað við årslok 2025. Leiðslan í eigarafelagnum hevur tískil tikið avgerð um at hækka kapitalin hjá felagnum í næstum fyri á tann hátt at styrkja kapitalgrundarlagið hjá felagnum. Hartil kemur, at leiðslan væntar, at raksturin fyri 2026 kemur at geva eitt litið avlop, stendur at lesa.
Fíggjarjavnin var 53 mió kr men eginognin bara tvær milliónir krónur við ársbyrjan í ár.
Stjóri er Sjúrður Johansen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



