Vága kommuna: Vága kommuna, IRF, Undirvísingarstýrið og Nám undirskrivaðu í síðstu viku eina samstarvsavtalu, um at seta á stovn Newton Føroyar — fyrsta Newton-rúmið í Føroyum.
Endamálið við Newton Føroyar er at menna og reka eitt læringastilboð innan STEM — náttúruvísindi, tøkni, verkfrøði og støddfrøði. Tilboðið verður ókeypis og opið fyri skúlanæmingar úr øllum landinum. Newton-rúmið verður staðsett í nýggju panthøllini hjá IRF í Sandavági.
Um Newton-konseptið
Eitt Newton Rúm er eitt serútgjørt undirvísingarumhvørvi, har næmingar arbeiða royndarbaserað við veruligum avbjóðingum, har teori og praktiskt arbeiði ganga hond í hond, og næmingarnir kanna, royna, máta og loysa uppgávur við framkomnari útgerð. Newton-rúmið kemur ikki í staðin fyri vanligu undirvísingina í skúlunum, men er eitt ískoyti, sum skúlaflokkar kring landið kunnu vitja sum part av teirra undirvísing.
Newton-konseptið er mennt av norska felagsskapinum FIRST Scandinavia, sum eisini stendur fyri einum altjóða Newton-netverki. Sambært ársfrágreiðingini fyri 2025 hevur skipanin nátt umleið 609.000 børn og ung í 19 londum. Newton Føroyar verður fyrsta Newton-rúmið í Føroyum og verður, sum hini Newton rúmini í netverkinum, staðbundið og rikið við lokalari ábyrgd.
Skipan og ábyrgd
Newton Føroyar verður í fyrstu atløgu rikið sum ein verkætlan, við eini samstarvsnevnd sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av verkætlanini, umsitur fíggjarligan stuðul og tekur avgerðir í viðurskiftum, sum viðvíkja Newton Føroyar. Umsitingin av Newton rúminum kemur at liggja hjá Skúlanum á Giljanesi.
Avtalan er galdandi í trý ár, og verður longd sjálvvirkandi í tvey ár, um ongin partur sigur avtaluna upp.
Tey sum undirskrivaðu samstarvsavtaluna vóru Bjarni Prior, borgarstjóri, Vága kommuna, Sigurd L. Lamhauge, stjóri, IRF, Hjalmar Hansen, stjóri, Undirvísingarstýrið og Eyðun Gaard, stjóri, Nám.
Hvat er eitt Newton Rúm?
Eitt Newton Rúm er eitt serútgjørt og felags undirvísingarumhvørvi, sum gevur børnum og ungum royndarbaseraða undirvísing innan STEM – náttúruvísindi, tøkni, verkfrøði og støddfrøði. Endamálið er at skapa áhuga fyri hesum fakøkjum og geva næmingum førleikar, sum verða týðandi í framtíðar samfelagnum og á arbeiðsmarknaðinum.
Í einum Newton rúmi arbeiða næmingar við veruligum og viðkomandi avbjóðingum. Teori og praktiskt arbeiði ganga hond í hond, og næmingarnir sleppa at kanna, royna, máta, loysa uppgávur og samstarva við hjálp frá framkomnari útgerð og undirvísingartøkni.
Newton Rúm-skipanin kemur nú eisini til Føroya, har fyrsta føroyska Newton Rúmið verður sett á stovn.
Hvussu virkar eitt Newton Rúm?
Newton Rúm-skipanin byggir á tríggjar høvuðstættir:
Newton Rúmið – eitt serliga innrættað og væl útgjørt undirvísingarhøli.
Newton-modulini – fakliga góðkendar og royndar undirvísingargongdir, sum kunnu lagast til námsætlanir og staðbundin viðurskifti.
Newton-netverkið – eitt altjóða fakligt samstarv, sum tryggjar útbúgving av Newton-lærarum, góðskumenning, vitanardeiling og framhaldandi menning av undirvísingini.
Undirvísingin tekur støði í ítøkiligum evnum og samfelagsavbjóðingum. Tað kann eitt nú vera varandi orka, burðardygg matframleiðsla, lívfrøði, aling, robottøkni, flogtøkni, rúmdargransking ella leiting og bjarging. Modulini verða ment og roynd í samstarvi við fakfólk og undirvísingarmyndugleikar og kunnu síðani lagast til føroyskar námsætlanir og lokalar vinnugreinar.
Eitt Newton Rúm kemur ikki í staðin fyri vanligu undirvísingina í skúlunum, men er eitt felags ískoyti, sum skúlaflokkar kunnu vitja og nýta sum part av undirvísingini. Næmingarnir fyrireika seg í skúlanum undan vitjanini, og arbeiðið kann halda fram aftaná. Serútbúnir Newton-lærarar standa fyri undirvísingini í Newton Rúminum í samstarvi við lærararnar hjá flokkinum.
Samstarv millum skúla, vinnulív og samfelag
Ein grundleggjandi partur av einum Newton Rúmi er samstarvið millum skúlaverk, almennar myndugleikar, vinnulív og fakligar stovnar. Vinnulívið kann vera við til at menna viðkomandi undirvísingartilfar og vísa næmingunum, hvussu náttúruvísindi og tøkni verða brúkt í veruliga arbeiðslívinum.
Í Føroyum eru góðir møguleikar at knýta undirvísingina at eitt nú alivinnu, sjóvinnu, orku, umhvørvi, endurnýtslu, flogtøkni, byggivinnu og aðrari tøkniligari menning. Á tann hátt kann Newton Rúmið byggja brúgv millum tað, næmingarnir læra í skúlanum, og tær avbjóðingar og førleikakrøv, sum eyðkenna føroyska samfelagið og arbeiðsmarknaðin.
Samstarvspartarnir kunnu hava ymiskar leiklutir. Teir kunnu eitt nú lata fakliga vitan, útgerð ella fígging, vera við til at menna staðbundin undirvísingarmodul ella geva næmingum innlit í vinnugreinar og útbúgvingarmøguleikar. Felags málið er at skapa eitt støðugt og dygdargott undirvísingartilboð, sum kemur skúlum og næmingum kring landið til góðar.
Ein altjóða skipan við lokalari ábyrgd
Newton Rúm-skipanin varð ment av norska felagsskapinum FIRST Scandinavia og hevur verið í menning síðan 2003. Sambært ársfrágreiðingini fyri 2025 hevði skipanin tá nátt 609.116 børnum og ungum í 19 londum. Altjóða netverkið fevndi um 56 føst Newton Rúm og 103 flytandi, fyribils ella á annan hátt tillagað undirvísingartilboð.
Hóast skipanin er altjóða, verður hvørt Newton Rúm staðbundið og rikið við lokalari ábyrgd. Tað merkir, at Newton Rúmið verður lagað til tørvin hjá skúlunum, vinnulívinum og samfelagnum á staðnum. Samstundis verður tað partur av einum altjóða netverki við atgongd til roynd undirvísingarmodul, fakliga ráðgeving, útbúgving av Newton-lærarum og vitanardeiling.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



