Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tað einasta sum er verri er alternativið
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tað einasta sum er verri er alternativið
- Winston Churchill
Politikkur

Sandslíð er lívsæðrin til eysturbygdirnar í Sandoynni. Men framtíðin hjá farleiðini tykist nú at standa og falla við Suðuroyarleiðini og teimum ymisku loysnunum, sum verða umrøddar.

Farleiðin til eysturbygdirnar sær út til endiliga at kunna fáa eina betri loysn - men spurningurin er, um hon í veruleikanum ger tað. Sum støðan er nú, verður einki gjørt, fyrr enn Suðuroyarleiðin er endaliga samtykt, og tá enntá treytað av, at Djúpadalsloysnin verður vald.

Samstundis síggja vit vaksandi virksemi í eysturbygdunum. Tí er ein veruligur vandi fyri, at verandi farleið fer at gerast ein forðing fyri hesum vøkstri, um hon ikki longu er tað.

Tí vil eg arbeiða fyri, at ein nýggj og betri farleið til eysturbygdirnar verður sett á dagsskrá og løgd í kortið. Hetta arbeiðið eigur at verða framt so skjótt, sum til ber.

Vit hava brúk fyri einari farleið, sum er trygg og góð, bæði fyri fólkini eystanfyri, og tey heimanfyri í Sandoynni.

Kristian Krog Hentze

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #