Flogfeløgini sum flúgva til og úr Føroyum hava boðað frá, hvussu summar ferðaætlanin fer at síggja út í ár samanborið við í fjør.
Sambært miðlinum Aerorutes fer SAS at vaksa um túratalið í summar, so tað verða 10 túrar hvørja viku í tíðarskeiðnum frá 20. juni til 4. august. Í fjør summar var flogið 8 túrar um vikuna. Allar rutur eru ímillum Vágar og Keypmannahavn.
Eisini Atlantsflog økir um sítt túratal. Sambært sama miðli verður í juli í ár flogið 111 ferðir millum Vágar og Keypmannahavn. Samanborið við sama tíðarseið í fjør er talan um 11 fleiri túrar. Flúgvingin til Paris byrjar eina viku seinni samanborið við í fjør, men flúgvingin til London byrjar eina viku fyrr.
Flúgvingin hjá norska felagnum Widerøe verður hinvegin minkað í ár samanborið við í fjør. Í staðin fyri at flúgva tað mesta av summarhálvuni fer Widerøe í ár bert at flúgva ímillum Vágar og Bergen frá 19. juni til 21. august.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



