Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

Skandinaviska flogfelagið SAS meira enn tvífaldaði talið á ferðafólkum í oktober mánað í mun til somu tíð í fjør.

Men tað er framvegis langt til tey tølini sum vóru áðrenn korona. Verða tølini í oktober í ár samanborin við oktober 2019, so restaði framvegis helvtin í, vísa tøl frá SAS sum ritzau endurgevur úr.

Hóast tað gongur rætta vegin, so eru ikki allar súður syftar, langt frá tí. Tað er ikki meira enn fáar vikur síðani at forstjórin, Anko van der Werff, segði, at SAS framvegis stríðist fyri lívinum og skal spara nógv afturat á útreiðslusíðuni.

SAS fekk eina milliardainnspræning frá danska og svenska statinum tá ringast stóð til undir koronakreppuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo