Kæri himmalski faðir. Tøkk fyri son tín Jesus Krist, at hann talar søk vára bæði nú og á evsta degi. Gev tú okkum hegni at liva soleiðis, at vit saman við tær savna fólkið um títt heilaga orð og altarborð. Amen.
“Tann, ið ikki er við mær, er ímóti mær; og tann, ið ikki savnar við mær, hann skilir sundur.” (Matteus 12,30).
Álvarsom orð av Jesu munni. Við ella ímóti! At savna saman ella spjaða sundur! At vera savnandi ella sundurlyndi í skilnaði. At hava undirtøku millum fólkið ella verða vrakaður. Tvinnir møguleikar, har bara tann eini letur seg gera í senn.
Orðini eru søgd eftir tað, at ein blindur og deyvur maður var vorðin grøddur av Jesusi. Eitt undurverk, har Meistarin staðfesti í verki evangeliið, ið hann prædikaði.
Ikki øllum dámdi Jesu talu og undurverk verk hansara. Tað vóru tey, ið søgdu, at Jesus framdi miskunnarverk við høvdinga hina illu anda. Í hesum sambandi ljóða so orðini, at “hvørt ríkið, ið er komið í ósemju við seg sjálvt, verður lagt oyði; og hvør bygd og hvørt heim, ið er komið í ósemju við seg sjálvt, kann ikki standa við.”
Út frá hesum sjónarhorni og hesari próvførslu var tað óhugsandi, at illimaður sjálvur kundi útinna eina kraftagerð til tess at skerja sítt egna oyðandi verk.
Tann, ið ikki er við mær, er ímóti mær! Í gudfrøði og heimspeki verður Jesu útsøgn tulkað svá, at talan er um eitt val. Menniskjan velur sína egnu tilveru saman við Jesusi ella burturi frá ásjón Guðs.
Nakrir gudfrøðingar – t.d. Kierkegaard – meta, at alt lívið er eitt val. Hvør avgerð í tilverunnar skiftandi talvi eigur at takast við ábyrgd og nærveru. Tað er í gerandisdegnum og tí tímiliga at menniskjan skal taka ábyrgd av gerningum sínum yvir fyri lívsins Guði. Gudstrúgvin eigur at savna inn undir frelsarans veingjabreiði.
Í prædiku tala vit mangan um teir báðar vegirnar. Vegin heim í himmalin, og vegin burtur frá Guði. Bara annar vegurin er gongdur í senn, og vegurin inn í himmiríkið er givin menniskjum sum ein góður møguleiki í Jesu navni.
At savna saman við Jesusi merkir, at vit góðtaka hann sum Meistara og Harra. At geva honum loyvi at vera frelsari menniskjans burtur úr neyð, trongd og angist. At lata Jesus frelsa menniskju burtur úr darvandi syndabondum, og geva honum loyvi at koma inn í hjartað.
At savna saman merkir eisini, at vit eru víðskygd og góðtaka, at onnur menniskju fáa henda sama evangeliska møguleikan. Góðtaka, at ein syndari, ið er vorðin andaliga blindur, kann fáa sjónina aftur og síggja! Amen.
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



