Grindin sum legði beinini í Vestmanna í gjár var 266 hval, sum er 1600 skinn.
Tann sum legði beinini í Leynum var 180 hval.
Seðlarnir til grindina í Vestmanna koma út nú klokkan hálvgum átta. Seðlarnir í Leynum koma út seinni í dag.
Grindin í Vestmanna verður skift í heima- og drápspartar, hálvtannað skinn í part, upplýsir sýslumaðurin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo