Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Tiltøk

Innsent: Tað hevur týdning at vit ikki lata “søguna doyggja”, sum vit syngja.

Óli Jacobsen sum er søgufróður fer at greiða frá hendingini hóskvøldið 17. septembur kl. 20 í Høllini Kaldbak

”Verdandi” varð bygd í Yarmouth í Onglandi í 1884 og merkt til 85 brt. Motorurin var ein 47 HK Skandia við einum sylindara.

Tað vóru feðgarnir Símun og Esbern Simonsen á Høgabóli í Saltangará, sum áttu skipið.

Hin 16. september 1944 fór ”Verdandi” seinastu ferð sína til Íslands.

Roynt varð við línu á Norðurlandinum. Tað hevði verið vánaligt veður har á leiðini hetta heystið, og striltið gekst at fáa so frætt, at tað loysti seg at fara til Aberdeen at selja.

26. oktober kl. 13 fór skipið av Siglufirði til Reykjavíkar, og var ætlanin at keypa so mikið av fiski, sum restaði í fulla last. Á Siglufirði vóru tveir mans komnir umborð sum ferðafólk. Hesir báðir, sum høvdu arbeitt í Íslandi, ætlaðu sær at fáa fart úr Reykjavík til Føroya.

Tað knýtast ymsar undarligar søgur at seinastu ferðini hjá Verdandi. M.a. kokkurin, Jóhannes Sólheim av Glyvrum, sum plagdi at vera við sum kokkur, riggaði til ferðina, kom umborð, men okkurt undarligt kom yvir hann, sum segði honum, at hann skuldi ikki við henda túrin.

Sólheim, sum hann vanliga varð nevndur, fór til skiparan og boðaði frá, at hann kom ikki við.

Nú vóru góð ráð dýr. Skiparin, Óli í Búrstovu bað bróður sín, Jakku um at koma við í staðin. Hesum var hann ikki nógv fyri, tí hann hevði júst keypt sær hús í Fuglafirði, og har var ymiskt at taka hond í, áðrenn tey kundu flyta inn.

Ein týsk filmsætlan um Verdandi, sum heiðrar okkara sjómanskonur og einkjur, er upptikin og verður sýndur seinri í ár. Tað var í 1944, at sluppin gekk burtur við 15 monnum.

Talan er um ein spælifilm, sum er grundaður á vanlukkuna, tá sluppin Verdandi í 1944 gekk burtur við 15 monnum. Høvuðspersónurin i filminum er Simona Petersen í Syðrugøtu, sum misti mannin, Sámal, í hesi vanlukku. Søgan er eisini um, hvussu hon kom undan við at binda hjá Suffíu Gregersen í Syðrugøtu.  Men hetta er fyri so vítt eisini søgan um, hvussu okkara konur við børnum í hesi støðu komu undan við fiskaarbeiði og øðrum.  

Søguna um Verdandi og aðrar, ið hanga uppivið, fer Óli Jacobsen at greiða frá hósdagin 17. septembur kl. 20, í Høllini í Kaldbak.

Eisini verður ein kaffimunnur at fáa afturvið einum góðum práti eftir frásøgnina hjá Óla Jacobsen.

Tiltakið er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #