Amerikanski forsetin, Donald Trump, leggur trýst á ukrainska starvsbróðurin, Volodymyr Zelenskyj at skriva út nýval, og tað er góður tónleikur í oyrunum hjá russiska foresetanum, Vladimir Putin.
Donald Trump heitir á Ukraina um at fáa ein nýggjan forseta og steðga álopunum á russisk olju- og gassanlegg, skrivar Ritzau.
Flemming Splidsboel, granskari við danska granskingarstovnin DIIS, sigur við Jyllandspostin, at Trump heldur Volodymyr Zelenskyj vera ov truplan, tí hann ikki vil gera tær semjur, sum amerikanski forsetin krevur.
Flemming Splidsboel sær tó ikki møguleika fyri at halda val í Ukraina undir verandi umstøðum. Hann ivast eisini í, at ein nýggjur forseti hevði broytt kósina hjá Ukraina.
Samstundis finst hann at eini avtalu millum Trump og Vladimir Putin um russiskar dieselveitingar til amerikanska og altjóða marknaðin.
Sambært Splidsboel ger avtalan royndirnar at avbyrgja Russland og raka búskapin við revsitiltøkum nógv truplari.
Orkugeirin er týdningarmesti parturin av russiska búskapinum, og øktur útflutningur gevur landinum størri inntøkur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



