Bretski sendiharrin í USA, Peter Mandelson, er koyrdur úr starvinum, eftir at samband hansara við Jeffrey Epstein er vorðið alment, stendur í tíðindaskrivi frá bretsku myndugleikunum.
– Teldupostarnir vísa, at vavið av sambandinum hjá Peter Mandelson og Jeffrey Epstein er munandi øðrvísi enn tað, sum var kent, tá hann varð settur. Serliga er útsøgnin hjá honum um, at fyrsta dómurin móti Epstein var skeivur, nýggjar upplýsingar, stendur í tíðindaskrivinum sambært NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



