Skaði á kaðalsambandinum millum Sund og Runavík førdi til, at streymurin varð leiddur um loftlinjur. Mánadagin slitnaði linjan á Veðranesi, sambært SEV allarhelst vegna ov stóra last. Bæði sambondini vóru umvæld móti týsmorgni.
Tað skrivar SEV á heimasíðuni eftir streyslitið herfyri, sum serliga rakti norðoyggjar og partar av Eysturoynni.
SEV skrivar, at viðhvørt eru arbeiðsdagarnir sera langir, tá slíkt hendir. Á heimasíðuni er meira at lesa og fleiri myndir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



