Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak
Onnur tíðindi

SEV: Ein partur av arbeiðnum hjá nevndini í Sev er veitingartrygd. Tvs. kanning og viðgerð av, hvussu føroyska elskipan verður framtíðartryggjað, eitt nú við nóg mikið av tryggum mátti at nøkta framtíðartørvin í samfelagnum. Hetta arbeiðið liggur í bygginevndini, har 3 nevndarlimir saman við leiðsluni í Sev sita.

Sum liður í hesum arbeiði, hevur bygginevndin hjá Sev umbiðið eitt upprit frá føroyskum serfrøðingi í kjarnorku, um møguleikarnar við kjarnorku í Føroyum. Gjørt kanningina hevur Johan Pauli Magnussen, sum er Ph.D. innan kjarnorkuvísund og sum starvast fyri UK Atomic Energy Authority.

- Tað er umráðandi fyri okkum at kanna allar møguleikar, og at fáa ítøkiliga vitan um evnið. Tí hava vit biðið ein serfrøðing í kjarnorku um hesa kanningina”, sigur Heðin Mortensen, formaður í bygginevndini hjá Sev. 

Í uppritinum kemur Johan Pauli Magnussen inn á fyrimunir, vansar og avbjóðingar við kjarnorku í mun til føroysku elskipanina.

- Vit hava ikki viðgjørt uppritið til fulnar í nevndini enn, men um vit skulu hava eitt sakligt kjak um kjarnorku í Føroyum, er umráðandi at fáa ítøkiliga vitan til vega, og hetta er eitt stig á leiðini, sigur Heðin Mortensen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #