Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Innlendis ítróttur

Seyðahundasambandið: Setanin av World Trial var í dag 16  septembur. Nógv varð gjørt burtur úr. Allir luttakarirnir gingu skrúðgongu. Tummas Jacobsen var flaggberi hjá Føroyum.

Seinni stillaðu Jónstein, familjan og hundarnir upp til myndatøku hjá fyriskiparunum.

World trial verður hildi triðja hvørt ár. Vanliga er kappingin í einum av teimum bretsku londunum: Skotlandi, Wales, Onglandi ella Írlandi. Í ár verður gjørt serliga nógv burtur úr at “seyðahundarnir koma heim”. Hetta kemst av at Border Collie hundarnir upprunaliga koma úr økinum við markið í millum Ongland og Skotland, har kappingin er í ár.

Væntandi verða í millum 20 og 30 túsund gestir hesar 5 dagarnir tiltakið varir. Har aftur at verður vænta at fólk úr øllum heiminum fara at fylgja við á stroymingini.

Innleiðandi umførini byrja í morginári, tá skulu Jónstein og Kvikk royna seg á breyt 3. Teir eru nummar trý í røðini. Man skal tíðliga upp fyri at síggja teir, tí kappingin byrjar kl 07:30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #