Tú kanst lumpa onkran onkuntíð. Men tú kanst ikki lumpa øll altíð
- Bob Marley

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú kanst lumpa onkran onkuntíð. Men tú kanst ikki lumpa øll altíð
- Bob Marley
Krutl

”So ganga míni ár, í morgin var í gjár…” syngja Vestmenn og Ólavur Højgaard so vakurt. Í 1987 tók eg við lærarastarvi á Føroya sjómansskúla, nú Vinnuháskúlanum, og tá ið eg fleiri ár seinni varð biðin um at skriva minningarrit um føroysku skiparaskúlarnar, lovaði eg at hugsa um tað.

Frammanundan hevði verið roynt at fáa minningarrit skrivað, ið skuldi koma út í 1993 – á hundrað ára degnum fyri føroyskar skiparaskúlar – men hetta bar ikki á mál.

Segði so skúlastjóranum, at fekk eg Árna Dahl at rættlesa, skuldi eg gera eina roynd. Kendi henda álítandi og nærlagda læraran frá lestrartíðini á Føroya læraraskúla, har ið hann m.a. lærdi okkum føroyska bókmentasøgu.

Árni játtaði, og soleiðis byrjaði eitt langt og gevandi samstarv. Við føroyskum sum serlestri vóru stavivillur kanska ikki størsta upptakið, men at skriva bøkur krevst annað og meira.

Fyrstu veruligu skiparaskúlarnir her á landi byrjaðu í Havn 1. november 1893, tá ið teir báðir, Jens Mohr og Jens í Dali, fóru undir hvør sín skúla. Lært varð um veturin, og próvtøka hildin um várið. Yvirmenn á danska verjuskipinum vóru próvdómarar.

Aðrir skiparaskúlar komu teimum á baki. Pól Niklái Danielsen í Heiðunum (Saltangará), Dánjal í Ungagarði í Porkeri, brøðurnir við Stein og Norðoya Jógvan í Havn, Hans Djurholm á Glyvrum, Viggo Ryving-Jensen og Andrias Nielsen í Havn og Jens Pauli í Dali í Havn.

Klaksvíkar sjómansskúli, sum Fischeri Heinesen setti á stovni í 1947, var seinasti privati skiparaskúlin í Føroyum. Hann fór undir landið í 1975.

Fólk saknaðu at kunna sláa upp í bók at vita, nær forfedrar tóku skiparaprógv og hjá hvørjum. Tá ið bókin, ”Sigling & útbúgving I,” kom í 2003, ringdi ein kona og spurdi, nær og hvar abbin tók skiparaprógv. Tá ið hon hevði fingið hetta at vita, bað hon meg senda sær bókina alt fyri eitt.

Í bókini eru um 1000 skiparar – teir ið tóku prógv árini 1893-1928. Í ”Sigling & útbúgving II,” sum kom í 2004, eru teir, ið tóku prógv árini 1929-1993. Hesir eru nógv fleiri enn í fyrra bindinum, serliga tí at nú eru umframt skiparar eisini longdarmenn, stýrimenn og skipsførarar at finna.

Flaggskipari – fiskiskipari
Flaggskipari var í mong ár kent fyribrigdi umborð á føroyskum fiskiskipum. Hann mynstraði sum skipari, og tað var eisini hann, ið hevði ábyrgd av manning og skipi. Fiskiskiparan, harafturímóti, var óalmenni verkligi skiparin umborð.

Flaggskiparin var lærdur og hevði rættindi síni í lagi at sigla sum skipari, og tað var eisini hann, sum sigldi skipið millum lond. Fiskiskiparin hevði vanliga ikki øll viðurskifti síni í lagi at mynstra sum slíkur, men tað var hann, sum hevði avgerandi orðið, meðan fiskað varð.

Í vinnubrævinum hjá fyrstu skiparunum, teimum ið lærdu árini 1893-1916, stóð einki nevnt um skipastødd ella siglingarleiðir. Teimum stóð frítt at sigla øll skip allan sjógv. Hetta var ikki bara tíð, at skipini fóru ikki langar leiðir tá í tíðini, men serliga tí, at danskir myndugleikar vóru varnir at leggja føroyingum forðingar í vegin, nú teir bygdu upp eina skipsfiskivinnu.

Sum veiðiflotin øktist, og farið varð á alsamt fjarari fiskileiðir, táttaðu myndugleikarnir í – teir settu avmarkingar í vinnubrævið viðvíkjandi stødd á skipum og siglingarøki.

Tá ið føroysk skip í 1920-árunum fóru til Grønlands at fiska, máttu skiparar, sum lært høvdu aftan á 1916, taka ískoytisútbúgving (longdina).

Komandi árini var veruleikin tann, at ungir skiparar, sum ikki høvdu tikið longdina, men ætlaðu sær til Grønlands, annaðhvørt fingu sær ein við gomlu skiparapappírunum til flaggskipara, ella ein yngri, sum tikið hevði longdina.

Kendir skiparar taka radioprógvið veturin 1939-40
Fremst vinstrumegin frá: Jákup Heinesen, Klaksvík, Christian Danielsen, Kvívík, Jógvan Joensen, Leynum, Niels Martin Jacobsen, Streymnesi, og Jákup Jensen á Trøðni, Stykkinum.

Aftanfyri vinstrumegin frá: Rasmus Johansen á Trøðni, Anton Johansen á Trøðni og Bartal Johansen í Kass, allir brøður av Strondum, Hans Olsen í Innarustovu, Vestmanna, Magnus Frederik Magnussen, Kvívík og Jens Hansen, Árnafirði. Mynd: Gunna Thomsen.

Óli Olsen skrivar um siðsøgu á VP

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #