Eg venji tíðliga um morgunin - áðrenn heilin uppdagar, hvat eg geri
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg venji tíðliga um morgunin - áðrenn heilin uppdagar, hvat eg geri
- ókendur
Tónleikur

SF: Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár í uppskrýddu ítróttarhøllunum í Klaksvík, tá ið Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.

Mangt og hvat verður á skránni í Silvalandi – spæl, aktivitetir, undirhald, konsertir og annað.

Ein vakur og gandakendur djóraheimur við fittum føroyskum djórum og spennandi eksotiskum skriðdjórum verður í Silvlandi. Haraftrat vera ballóngarður, hoppiborgir, boingbóltar, teknistova, pinkuland, barnacafé og góður matur. Eisini ber til at heilsa uppá fitta Silva hvønn dag.

Á pallinum verða konsertir og framførslur við Bubu, Angela & Hannibal og Operettunum. Sangarin Bjarki fer eisini at hava konsert. Hann var ein av bleiktrandi stjørnunum í sjónvarpsrøðini Hoydalar, sum Kringvarpið sendi fyrr í ár. Nú hevur hann fyri fyrstu ferð konsert á Summar Festivalinum.

Silvaland hevur soleiðis opið festivaldagarnar:
Hósdag kl. 15-19

Fríggjadag kl. 15-19

Leygardag kl. 14-19

Á heimasíðuni sf.fo kanst tú lesa meira um Silvaland og síggja skránna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #