"Drápsmenn!"
- Arturo Toscanini, við orkestrið

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

"Drápsmenn!"
- Arturo Toscanini, við orkestrið
Tónleikur

Føroyski útisetin, Simon von Konoy, hevur júst latið úr hondum eina fløgu við gomlum kontrysangum. Heitið á henni er Wolverton Mountain.

Gestasangari er Mette Renbo, ið er kend fyri sína góðu rødd. Eins og Simon hevur hon ár um dag givið út sangir, har hon sjálv eigur bæði orð og lag. Hon hevur fyrr sungið á plátum, sum Simon hevur givið út, bæði sum kór- og gestasangari.

Væl blandað skrá
Ikki færri enn 15 gamlar landaplágur eru á skivuni. Úr rúgvuni kann nevnast Wolverton Mountain, Jolene, Okie from Muskogee, Yellow Rose of Texas, Red River Valley og Hallo Mary Lou.

Upptøkurnar eru framdar í upptøkuhølunum hjá Simon - Konoy Music í Ringe á Miðfjóni. Hann hevur fingið hjálp frá góðum tónleikarum, millum annað Mads Hyldahl, ið er gittarleikari í kenda danska bólkinum Kandis.

Simon hevur lagt verkið til rættis, og spælir sjálvur ritmugittar, keyboard og onnur ljóðtól. Í Føroyum er fløgan til keyps í Tutl í Tórshavn.
   Hóast hann skjótt fyllir 76 ár, er Simon enn sum áður ein virkin tónleikari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #