Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw
Flogvinnan

Ein felagsskapur sum hjálpir skaddum og sjúkum flogskiparum á føtur aftur fekk innbjóðing til at koma at venja í flogsimulatorinum hjá Atlantic Airways í Vágum.

Aftaná vóru teir púra málleysir.

Tað sæst í grein í miðlinum Halldale.com, sum skrivar breitt um flogferðslu og loftverju.

Á eini messu í fjør kom umboð frá Atlantic Airways framvið básinum hjá felagsskapinum Wings for Worriors, sum stuðlar flogskiparum og øðrum sum starvast innan loftverju, men hava fingið mein og hava brúk fyri hjálp at koma aftur í vinnuna.

- Vit hugsaðu ikki nógv um tað í teirri løtuni, men gjørdu kortini av at fara. Og eg má bara siga, at eg var sera ovfarin av, hvussu nógv vit fingu burturúr og hvussu væl alt riggaði hjá teimum, sigur Mark Radcliffe, sum umboðar felagsskapin.

- Vit koma heilt sikkurt aftur, leggur hann afturat.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #