Húsligt arbeiði drepur neyvan nakran. Men hví taka kjansin?
- ókend

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Húsligt arbeiði drepur neyvan nakran. Men hví taka kjansin?
- ókend
Politikkur

Almanna- og Bústaðamálaráðið: Umboð fyri Sinnisbata vóru fyrr í vikuni á fundi við Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðamálum, og greiddu frá gongdini í arbeiðinum við nýggju Ungdómsráðgevingini.

Endamálið er at skapa eitt lággáttartilboð, har ung kunnu venda sær og fáa ókeypis kunning, ráðgeving og stuðul. Almanna- og bústaðamálaráðið stuðlar fyrireikandi arbeiðinum við 500.000 krónum á fíggjarlógini fyri 2026.

Á fundinum greiddi Sinnisbati frá, at fyrireikingarnar ganga væl. Høli eru funnin í Finsen, leiðari er settur, og samstarv er skipað við fleiri myndugleikar, fakfólk og hjálparfelagsskapir. Ungdómsráðgevingin verður latin upp stigvíst, og nýggj heimasíða og talgildir pallar verða almannakunngjørd 10. oktober.

- Tað er umráðandi, at ung hava eitt trygt og lætt atkomiligt stað at venda sær, tá ið tey hava tørv á ráðgeving ella onkrum at tosa við. Tað er gleðiligt at hoyra, at arbeiðið er komið so væl áleiðis, og eg síggi fram til, at nýggja ungdómsráðgevingin verður tikin í nýtslu, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum.

Sinnisbati kunnaði eisini um sálarheilsudagin, sum verður hildin í Finsen 10. oktober. Á tiltakinum fer landsstýriskvinnan at handa ársins sálarheilsuvirðisløn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #