Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-070/2025 frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni, settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um kommunuvalið í Runavíkar kommunu.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Tá kommunuvalið í Runavíkar kommunu er ógildað, og avgerð er tikin um at hava umval, hvørjar heimildir hevur so sitandi býráð?
Svar til spurning nr. 1
Í løgtingslóg nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar føroyskar kommunur (kommunuvallógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 137 frá 22. september 2020 er ásett í § 26, stk. 2.:
“So skjótt sum teir gomlu limirnir eru fráfarnir, tekur nýggja bygda(r)ráðið/býráðið við. Um so verður, at valið seinri verður lýst ógilt eftir avgerð av hægri myndugleika – Føroya landsstýri – skal nývalda bygda(r)ráðið/býráðið halda fram, inntil umval hevur verið, og møguligar klagur um umvalið eru viðgjørdar og avgerð tikin.”
Sostatt hevur sitandi býráð í Runavíkar kommunu heimildir sum vanligt, inntil umval hevur verið, og møguligar klagur um umvalið eru viðgjørdar og avgerð er tikin.
Tinganes, 22. januar 2026
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



