- USA kemur at tosa við okkum tá tey hava ein svartan forseta og heimurin hevur ein latín amerikanskan páva
- Fidel Castro 1973

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- USA kemur at tosa við okkum tá tey hava ein svartan forseta og heimurin hevur ein latín amerikanskan páva
- Fidel Castro 1973
Politikkur

Sjálvstýri: Landsfundur Sjálvstýrisins varð hildin í dag undir heitinum “Sjálvstýri aftur á ting”. Á landsfundinum varð staðfest, at flokkurin styrktur heldur fram við hugsjónini hjá flokkinum um einar frælsari Føroyar.

Eftir landsfundin er greitt, at Sámal Petur í Grund heldur fram sum floksformaður. Sámal Petur í Grund legði í formansrøðu sínari dent á av týdninin av, at flokkurin stendur saman sum eitt. Við ábyrgd í búskapinum, betri livikor fyri vanlig fólk og íløgum í framtíðina leggja vit grundarlagið fyri Føroyum, har avgerðirnar um okkara samfelag verða tiknar her heima, sigur hann.

Fyri fyrstu ferð í søgu floksins varð næstforfólk valt fyri flokkin. Sylvia Thomsen varð vald sum fyrsta næstforfólk hjá Sjálvstýri. Endamálið við hesum er at styrkja flokkin og samstundis geva yngri kreftum størri leiklut í politiska arbeiðinum.

Sylvia varð vald í Klaksvíkar býráð á kommunuvalinum í november 2024 og hevur longu gjørt vart við seg í politiska arbeiðinum.

Eftir landsfundin skipaði landsnevndin seg. Landsnevndin hevur umboð úr øllum økisfeløgunum kring landið.

Nevndin skipaði seg við Rúnu Sivertsen sum forkvinnu í landsnevndini og Andrias Jacobsen sum næstformanni. Lasse Klein verður skrivari og kassameistari. Við hesum hevur Sjálvstýri sett eina breiða og arbeiðsføra leiðslu, sum skal leiða flokkin fram. Hini í landsnevndini eru, Jóhan M. Stenberg og Jógvan S. Midjord.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #