Sjey arbeiðsleys brúktu í 2025 allan rættin til arbeiðsloysisstuðul og fullu fyri markinum á 648 dagar.
Tað eru fleiri enn undanfarin ár. Bæði í 2023 og 2024 vóru tað bert tvey fólk, sum brúktu alt stuðulstíðarskeiðið.
Talið á langtíðararbeiðsleysum lá millum 21 og 29 fólk í 2025. Tey vóru millum átta og 13 prosent av øllum arbeiðsleysum.
Flestu arbeiðsleysu eru tó stutt í skipanini. Meira enn helvtin fer úr ALS innan tríggjar mánaðir og 80 prosent innan eitt hálvt ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



