Summar Festivalurin hevur seinastu dagarnar kunngjørt sjey føroyskar bólkar og solistar til ársins festival.
Lena Anderssen, Steintór Rasmussen, Aggrasoppar, Jens Marni Hansen, Tórfríð Tavsen, Heine Lützen og Signar í Homrum eru øll løgst aftrat skránni.
Lena Anderssen hevur í yvir 20 ár verið eitt av fremstu føroysku tónleikanøvnunum heima og burturi. Hon og maðurin skriva og skapa popptónleik á høgum stigi, og nú er Lena eisini farin at geva sangir út á føroyskum máli.
Steintór Rasmussen er ein av virknastu og dugnaligastu sangskrivarunum í Føroyum. Hann hevur skrivað eitt hav av sangum, sum føroyingar hava tikið til sín. Sangirnir hava fingið sítt egna lív, og ung sum vaksin syngja teir í veitslulagi.
Aggrasoppar er óútrokniligur punkpoppbólkur við villum tekstum og framførslum, ið fevna um alt frá hørðum larmi til mjúkt country.
Jens Marni Hansen er millum stóru profilarnar í føroyskum tónleiki. Røddin er eyðkend og góð, og sangirnir eru kendir og fangandi.
Songkvinnan Tórfríð Tavsen er úr Sørvági, og hon hevur seinnu árini útgivið fleiri sangir og havt nógvar framførsur til ymisk tiltøk. Tann seinasti er sangurin um Huldukonuna, sum hugtakandi video er gjørd til.
Heine Lützen er kendur sum stinnur sangari og góður tulkari av nýggjum sum gomlum gospelsangum og sálmum. Røddin er sterk, og hann dugir at leggja kenslur og úttrykk í framførslurnar.
Signar í Homrum hevur seinnu árini verið nógv frammi sum solistur. Hann hevur givið væl umtóktar sangir út. Hann spælir saman við John Johansen.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



