Um vit bert síggja tað, sum vit sjálvi líka, so fáa vit eina rangmynd av tí veruleika, vit liva í
- Kári P

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um vit bert síggja tað, sum vit sjálvi líka, so fáa vit eina rangmynd av tí veruleika, vit liva í
- Kári P
Politikkur

Mentamálaráðið: Miðlastuðulin til skjalprógvaðar lønarútreiðslur fyri roknskaparárið 2025 er nú býttur. Tilsamans fáa sjey umsøkjarar stuðul, og samlaða stuðulsupphæddin er 1.470.000 krónur.

Játtanin til miðlastuðul er í alt 4,9 mió. kr. 30 prosent av játtanini verður nýtt til henda partin av miðlastuðlinum, svarandi til 1,47 mió. kr. Stuðulin verður býttur lutfalsliga millum umsøkjararnar eftir skjalprógvaðu lønarútreiðslunum fyri 2025.

Samlaðu lønarútreiðslurnar hjá teimum sjey umsøkjarunum eru 18.714.531,96 kr.

Stuðulin verður býttur soleiðis:

  1. Miðlar (Sp/f Miðlar): 515.976,57 kr.

  2. Sosialurin: 495.389,40 kr.

  3. Dimmalætting: 219.935,49 kr.

  4. Norðlýsið: 116.435,71 kr.

  5. VP: 72.086,47 kr.

  6. EYP: 27.150,00 kr.

  7. JN: 23.026,36 kr.

 Endamálið við miðlastuðlinum er at stuðla undir fjølbroyttum føroyskum miðlalandslagi og skapa betri karmar fyri journalistiskt og redaktionelt virksemi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #