Hetta er ein áheitan á SEV-stýrið, um at taka eitt ”time-out”, í samband við sína ætlan, at SEV skal verða CO2 nevtralt í 2030. Og gera eina nýggja viðtøku, sum leggur upp til, at hetta tíðspunkti verður skoti út til 2050. Sum Føroya Landstýri ætlar við sínari nýggju veðurlagslóg.
Nú Margit Stórá & Co, hava uppátikið sær leiklutin, at verða uppisitari fyri Várharra her á landi, t.v.s at bestemma hvussi veður og vindur skal skikka sær, við einari lóg um tað føroyska veðurlagi, sum í veruleika er ein lóg, um útfasan av oljunýslu her á landi.
Sum skilst á hesari lóg, so skulu allar Føroyar verða CO2 nevtralar í 2050, t.v.s um 25 ár. Og strenga Margit sigur eisini, at teir sum hava ábyrgd, og stjórna okkara landi, nú skullu standa til svars, fyri hesum átaki, og greiða frá, hvat tey hava fingið av skafti, fyri útfasan av oljunýslu her á landi, tey komandi árini, tí tað er tað, sum lógin í veruleika snýr seg um.
Tí síggi eg ongan logik í, at SEV skal pína seg sjálvan, og halda fast í verandi nevndar samtykt, sum sigur at SEV skal verða CO2 nevtralt í 2030, t.v.s at eingin olja skal nýtast til el-framleislu í Føroyum, eftir henda dato.
Í mínari greinarø, við áheitan á SEV stýrið, um at kanna møguleikar og prís, til at gera eina sjógvpumpuskipan til Elverkið á Strond (3 partur), fari eg at rógva aftur á, og greiða fra tveimun persónum, Edison og Tesla, sum vóru við til at uppfinna, og gera tað nýtuligt, tað sum vit í dagligari talu nevna elektrisitet, ella ravmagn. Og í stórun lopun, greiða frá hvussi okkara land Føroyar, bleiv útbygt við hesari el-tøkni, sum hevur gjørt okkara dagligdag, so nógv lættari, uttan at vit hugsa um tað.
Við el-tøkni, fáa vit gjørt mat á einum el-konfýri. Vit fáa hildið matin vit keypa inn dagliga, frískan í einum køliskápi. Keypa vit mat inn í stórun, so verður hann frystur í einari frystiboks. Við oljufýri ella aðrari hitaskipan, heldur el-tøknin húsið heitt. Og sama el-tøkni, gerð at vit hava ljós í hvørjum rúmi í húsinum. Kunnu lurta í radio, síggja sjónvarp, og yvir telduna og fartelefon, tosa við persónar, sum eru staddir hinumegin á jørðini. So sigast má, at henda el-tøkni, sum sá dagsins ljós fyri 150 árun síðani, hevur lætt um okkara tilveru, her á landi, uttan at vit geva okkum far um tað.
Thomas Alva Edison livdi frá 1847 til 1931. Tað var í 1878 at uppfinnarin Edison, tók tað stóru avgerð, at samla tær tríggjar verksmiðjur hann hevði í New York, har hann hevði 250 fólk í arbeiði, til at finna uppá ting, og skaffa sær patent uppá hetta. Hann flutti hetta virksemi til Menlo Park, sum er í statinum New Jersey í USA, har hann setur á stovn, tað fystu uppfinnara verksmiðju í heiminum.
Menn høvddu tá í nógv ár, stríst við at fáa eina gløðiperu at halda, og geva ljós í fleiri tímar, uttan at hetta var eydnast. Í decembur mána 1879, hevði Edison sett eina lýsing í blaði New York Herald, har hann bjóðar fólki, at koma til Menlo Park nýggjaraftan 1879, til eitt yvirraskilsi. Gravgengur at sleppa út til Menlo Park nýggjarsaftan 1879, var ovur stórur, so jarnbreyta fyritøkan motti seta inn, fleiri eykatok.
Tá íð henda fólkaforsamling um hvøldi, kom út til Menlo Park, vóru tey ikki skuffa av sjónini. Tí alt økið við Menlo Park, baði inni og uttanfyri lýsti við gløðiperun, so tað var sum áljósur dagur. Henda sama dag gjørdist greitt, at dagar hjá petroliums- og gasslampu vóru taldir. Tí nú hevðí Edison uppfunnið og fingið gløðiperuna at halda. Hann hevði somuleiðis kostruerað eina dynamo, sum framleiddi 110 V (DC) (Direct current) javnstreym. Hetta el-system hevði við byrjan, bert tveir leidningar uppi á træpela.
Tann fysti ordrin sum Edison fekk uppá eitt (DC) el-verk, sum var uttanfyri Menlo Park, var til eitt skip Columbia. Tað gekk tó ikki leng tíð, til Edison fekk ein stóran ordra, at byggja eitt (DC) el-verk við tilhoyrandi luftlinjun, gøtuljósi og húsainastallatiónir til 60 kundar í New York. Og bleiv hetta anleggi sett til, tann 4 septembur í 1882.
Edison helt alla sína tíð, støðufast uppá við 110 V (DC), men hetta kom ikki at halda, tí hesin háttur, at føra nógvan el-streym langa leið, kom ikki at fungera, tí koparlinjur blivu so tjúkkar, at tær gingu fyri av klæka um veturin, og so vóru trupuleikar eisini av spenningsfalli, um ein stórur forbrúkari kom lengt úti á netinu,
Leggjast skal afturat her, at fysta stóra kommunala el-verkið í Tórshavn, var við 110 V (DC), sum bleiv drivi av einum diesel motori, og var staðsett úti á Rundingi, og fór í gongd í 1921.
Í bygdini Haraldsund, høvddu tey í byrjan, eitt diesel drivi kommunalt el-verk við 110 V (DC). Ein persónur fortaldi fyri mær, at hann sum smádrongur, bleiv sendur rundt til húsini í Haraldsundi, at boða frá, at nú fór mamma sín at strúka klaðir, og tey kundi rokna við, at ljósi fór at dæla eitt sindur niður, av hesum strúkijarni.
Nikola Tesla er fødur í núverandi Kroatia, og livdi hann frá 1856 til 1943. Í 1884 kemur Tesla til USA, sum verkfrøðingur, og far starv hjá Edison í Menlo Park. Hann hevði óvanliga góð evnir at finna uppá og forbetra ting. Í 1885 sigur Edison við Tesla,”um tú kanst forbetra mína 110V (DC) dynamo, so skal tú fáa 50.000 dollar fyri tað”.
Tesla leygist ikki á boðini, tað sigst at hann arbeiddi í 20 tímar um døgni út í eitt, í tveir mánar, tá íð hann kundi vísa Edison, eina betri útgavu av hansara 110V (DC) dynamo. Tá íð lønin skuldi avroknast, seygið Edison við Tesla, at hann hevði sagt hetta í spølni. Hetta fekk øði í Tesla, so hann rímur frá Edison, og stovar sítt egna virkið í 1886.
Umframt at Tesla føldi seg snýttan av Edison, so vóru teir eisini ósamdir í máta at framleiða el-orku uppá. Edison helt uppá sítt 110 V (DC) system. Ímegan Tesla arbeiddi við einum generator, sum framleddi (AC) (alternating current) veksilstreym.
Í 1888 stovnar Tesla og George Westinghouse (GW) eina fyritøku saman, har (GW) keypur patenti frá Tesla, uppá at framleiða (AC) veksilstreym. Hetta førur til at Tesla, kundi starta tað nýggja vatn drivna el-verkið við Niagara Falls í 1895, sum framleiddi veksilstreym, sum kundi førast langa leið, við einum transformara.
Til Føroyar kemur henda el-tøkni fyst í 1900 talinum. Í Tórshavn høvddu teir meira álit á Edison, og bygdu sær í 1921, eitt diesel drivi el-verk, sum var 110V (DC).
Suðuroyingar høvddu meira álit á Tesla við sínum veksilstreymi, og bygdu teir Elverkið í Botni í 1921, sum var drivi við vatni, og gav el til bygdina Vágur. Og norðoyingar hildu seg eisini til Tesla, og bygdu í 1931 Elverkið á Strond, sum gav Klaksvík el, sum eisini var vatn drivi. Hesi baði el-verk høvddu (AC) veksilstreym, sum hevði 4 leidningar á træpela.
Tá íð kommunur á Streymoy (uttan.Tórshavn), Eysturoy og Vágoy, tóku seg saman í el-felagið SEV í 1954, var fari undir framleislu av el-orku úr vatni í Vestmanna, og við diesel el-orku, úti á teimun stóru bygdunum, hetta bleiv alt gjørt við (AC) veksilstreym systemi hjá Tesla.
Tær stóru el-orku útbyggingar, sum SEV hevur framt síðani, er Sundsverkið, sum fór í gongd í 1975, sum eitt diesel motor el-verk, sum brúkar olju til sína el-framleislu, og er støsta el-verk her á landi.
Í 1987 gerð SEV eitt stórt vatn el-orku verk á Eiði, sum verður drivi uppá sama máta, sum Tesla planleygi við Niagara Falls í 1895, t.v.s at fáa el-orku burtur úr vatni, og útnytta fallhædd hjá hesum vatni, sum Galilei hevði víst á, við sínari ”fall lóg”.
Hesin máti at framleiða el-orku uppá, er tann bíligasti og reinasti, at framleiða elektrisitet uppá, og er royndur her á landi í yvir 100 ár. Og hesin mátin at framleiða el-orku uppá, er tann sum ferð best við okkara náttúru.
Oddbjørn Vágslíð
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



