Vit fara í hesum (8 parti) av hesari greinarøð, sum hevur fingið heitið ”Sjógvpumpuskipan til Elverkið á Strond”, har heitt verður á SEV stýrið, um at fara í holt við, at seta eitt toymi, sum skal kanna og gera eina kostnaðarmeting, og fyrireika, at gera eina sjógvpumpuskipan til Elverkið á Strond.
Sum eftir mínari meting, er best egnað av vatn elverkun hjá SEV, til at gera hesa royndar verkætlan, uttan at tað skal kosta í milliarda klassa av peningi. Fær man eina sjógvpumpuskipan at rigga norðuri á Strond, so er upplagt, at næsta stig verður at gera eina sjógvpumpuskipan til Eiðisverkið, sum manglar vesku, vatn ella sjógv, til at fáa fulla nyttu burtur úr, tí 22,5 MW stóra turbinu kapasiteti, sum er á Eiðisverkinum í dag, har bert ein partur verður nýttur árliga, tí tað manglar veska, vatn ella sjógvur. Tað koma vit aftur til seinri, í einari grein.
Vit fara nú aftur til har vit sleptu í (7 parti), har evni var, hvussu hesin vindmylluørskapur byrjar her á landi til at framleiða el-streym. Sum viðførdi at landsins myndugleikar, koma uppí leikin, og gerða eina ”Elveitingarlóg.nr.59 av 7 juli 2007.
Sum eg bart út vil siga, kemur at beina fyri SEV, tí samhaldsfasta kommunala felagskapi, sum vit kenna hann í dag.
Vit fara nú fyst at gera eitt legg aftur til Danmarkar, og hugleiða um hvussu alt hetta byrjaði, og vit fáa orð sum ”Grøna orkuskifti” og ”Varðandi orka”, inn í okkara dagligdag, sum serliga politikar og klima akitivistar elska at brúka, kom í lag.
Tá íð eg spyrji fólk um, hvat er ”Grøna orkuskifti”, so sig tey við ein munn. ”Er tað ikki uppsetan av el-vindmyllurnar, til at fáa el-streym, so SEV kann gevast at brúka olju”.
Tá íð eg so spyrji. ”Hvat gerða vit, tá íð ongin vindur er, so er svari ofta, ” So má man finna uppá okkurt annað”.
Eg havið ongan klima aktivist hitt enn, sum er komin við einum boð uppá.
”Hvat gerða vit við okkara el-framleislu”, tá íð ongin vindur er, og oljunýslan hjá SEV, skal utfasast um nøkur ár.
Í 1976 far Danmark eina ”Elvetingar lóg”. Í 1979 verður upprætta eitt ”Orkuráð”, sum ferð undir at flyta el-framleislu í Danmark, frá kommunun, til tann danska statin.
Í 1990 viðtekur tann danska stjørnin, eina ES lóg, um libralisering av el-markna, sum gerð tað møguligt, at privatir el-vindmyllu íleggjarar, nú kunnu selja sín el-streym, inn á el-børsin.
Nú danski staturin var farin inn á el-framleislu markna, uppstendur tvídráttur ímillun tvær ráðharrastovur. ”Orkuráði” og ”Umhvørvisráði”, har røddur á vinstra veinginum, kempa fyri umhvørvið, og hugsa minni um, hvar el-streymur í Danmark, skuldi framleiðast.
Endin var at ”Orkuráði” bleiv lagt undir ”Umhvørvisráði” í 1994. Nú byrjar danski staturin, at veita stuðul til framleislu av el-vindmyllun og uppsetan av teimum.
Eisini fór danski staturin, saman við sínum mila serfrøðingun, at fyrireika fólki til hetta orku umskiftið. Í hesum sambandi uppstanda orð sum ”Grøna orkuskifti” og ”Varðandi orka”, sum skuldi eggja fólki til at skifta frá olju, til aðrar orku keldur.
Í kjalarvørrinum av hesum ógvusliga broyting við einari ørgrinnu av el-vindmyllun og sólpanelun í danska landslagnum, uppstóð ein missnøgd, við at hetta oyleygið tað vøkru donsku nátúrina. Hetta fekk kenda danska provo professara Johannes Sløk, at siga, á einum fyrilestri.”I bund og grund er menneske et skadedyr, og burde være udslettet frá jordens overflade”.
Johannes Sløk (JS) hevur skriva bókina. ”Da menneske tog magten”, har hann hugleiðir um, at menniskja hevur sett seg sjálvan í Guds stað. Men í staðin fyri at skapa ordan og tryggleika í tilveruni, hevur hon skápt ruðuleika og oyðilagt náturina, og er blivin bengin fyri síni egnu uppfinning, f.eks antombomban.
Eitt fekst dømi her heima hjá okkum sjálvun, um tað sum (JS) skrivar um, er at okkara háttvirda Føroya Løgting, skjótt ferð at seta ein ”Veðurlagslóg” í gildi í Føroyum.
Tað vil siga at Føroya Løgting ferð at lóggeva hvussi ”Hátrýst og Látrýst”, skullu sikka sær her á landi. Hví ikki nevna hesa lóg við rætta navni, sum er ”Útfasan av olju í 2050”.
Vit leita nú heim aftur á klettarnar, og hugleiða um hetta danska systemi, sum hevur ávirka okkara máta, at framleiða sokalla grøna orku, við stórun el-vindmyllu lundum. Uttan at vit hugsa um, at vit hava aðrar møguleikar, til at framleiða hesa orku, til dømis at pumpa sjógv niðan í verandi vatnbrunnar hjá SEV.
Ein tann fysti, at fenga hugskoti, við uppsetan av vindmyllun, til el-framleislu, var Kári Thomsen, sum var formaður í FNU. Hann stovnar eitt felag, sum fekk heiti ”Nýorka” í 1987. Endamáli var at seta upp tvær Vestas el-vindmyllur úti í Svínoy.
Umframt at veita el-streym inn á neti hjá SEV, skuldi hetta felag eisini framleiða ”brint” orku, við einum elektrolysu virkið. Henda verkætlan kom onganmtíð í gongd.
Tað var eisini tílja, at persónar fóru at hugsa um, at fáa nyttu burtur úr sjóðarfalls orku til el-framleislu. Har tankin var at seta el-vindmyllur upp á hávsins botni, til at fáa hendur á hesari sjóðarfalls orku til el-framleislu. Nú ca. 40 ár aftaná, er tað ikki nevnivert av el-orku, sum er framleidd úr sjóðarfalls orku, her á landi.
Um aldarskiftið, kemur ein føroyingur, búsitandi í Danmark, nevndur Óli Gordon Bech (ÓGB), í bløðini her heima, og boðar frá, at hann saman við el-vindmyllu fyritøku Wincon, kom at seta upp 10 stk 250 KW el-vindmyllur úti á Raktanga á Strondum, og at teir kundu levera ein el-streym prís, sum var ein helvt av SEV prísi.
Borgarstjórin á Strondum og Klæmint Weihe, SEV stjóri, fóru baðir í bløðini, og søgdu frá, at har var ongin umsókn komin frá (ÓGB), uppá hesa stóru verkætlan innan el-veiting í Føroyum.
Sum ein púra naturligur avleidningur av hesum stóra pressi á SEV, vóru teir noyddir at gera okkurt, og fóru tí undir at kanna, um tað kundi pássa, at hesin háttur at framleiða el-streym við vindmyllun, var so lovandi, sum sagt var frá, av teimun fyritøkun sum vildi koma inn á el-netið hjá SEV, við sínum el-vindmyllu produkti.
Hetta endar við at SEV keypur eina Nordtank 150 KW royndar el-myllu, og setur hana upp í Neshaga í Eysturoy í 1993. Hon koyrdi til 2021, tá íð hon bleiv tikin niður, vegna toruskáða.
Eftir at hava gjørt royndir, við tí fystu el-vindmyllu í Neshaga, kom SEV til tað niðurstøðu, at el-streymur frá vindmyllun, var ikki bíligari, enn hvat SEV sjálv kundi framleiða úr vatni.
Klæmint Weihe, SEV stjóri var tá í milunum, og greiddi frá, at el-neti hjá SEV, bert toldi at hava einar 4-5 stk el-vindmyllur inni á el-netinum. Seinri eftir at fleiri el-vindmyllur vóru komnar inn á el-neti hjá SEV, seygið Klæmint, at tað ikki var sjálv el-neti, sum ikki toldi belastningin, men trupuleiki var, at hava hóskandi ”bakupp” skipan, til stýring av vindmyllu el-orku inn á el-neti hjá SEV, t.v.s at kunna kobla inn og út diesel motorar, alt eftir sum vindurin blæsur.
Henda sýring var ikki so nógv útbygt, fyri ca.30 árun síðani, sum tað er í dag, har øll el-orku skipan hjá SEV, yvir alt landi, nú verður stýrt frá einum stýripulti á Sundsverkinum.
Í 2002 kemur ein annar leikari inn á el-vindmyllu vøllin, hetta var Hjarnar Djurhuus, sáli, sum var stjóri í deild hjá oljufelag Shell í Føroyun. Hann boðar frá at oljufelag Shell og BP, bjóða seg til at kanna møguleikar, fíggja og seta upp el-vindmyllur við tveir vatnbrunnar hjá SEV omanfyri Vestmanna. Sum vóru knýttar at einari pumpuskipan, sum skuldi pumpa vatn ímillun, tvær vatngoymslu hjá SEV. Nýtast skuldi Enercon E-66 el-vindmyllur, henda verkætlan kom ongantíð í gongd.
Ein tá ungur maður úr Vestmanna, nevndur Jóhan í Nirristovu, sum frá skaparans hond, hevði fingið eitt væl talandi mussaskøði, og eina stóra protión av treskni og áhaldni í vøggugávu. Hann ferð nú og tekur upp hugskoti hjá Hjarnar, Shell og BP, um at seta upp el-vindmyllur við vatngoymslur hjá SEV í Vestmana, og nýta eina pumpuskipan ímillun hesar vatngoymslur, sum ”bakupp” skipan, til komandi el-vindmyllu lund, ætlan var at gerða, har á staðnum.
Niðristovumaðurin, stovna saman við øðrum privatun íleggjarun smápartafelagið ”Sp/f Røkt”, sum leggur fram eina verkætlan, um at seta upp tríggjar el-vindmyllur upp við ”Mýrarnar” í Vestmanna, og í hesum sambandi gerða eina vatnpumpuskipan ímillun tveir vatnbrunnar hjá SEV, í sama økið. Jóhan sigur at hann hevur fingið fígging til hesa verkætlan, sum er mett at kosta 180 milliónir krónur.
Hetta skápti stóra øsing í mila heiminum og hjá SEV, tí nú skuldi eitt smápartafelag við 80.000,- kr í partapeningi, seta upp tríggjar el-vindmyllur upp við ”Mýrarnar” í Vestmanna, sum skuldi koblast saman við einari vatnpumpuskipan, har SEV átti, bæði byrgingar og vatni, sum var í teimun.
Eg má siga, at eg ongantíð havið forstaði hetta hugskoti, at pumpa vatn ímillun tveir vatnbrunnar hjá SEV í Vestmanna, tí Jóhan í Nirristovu sigur sjálvur, at tú skal brúka meira el-orku til at pumpa vatni úr niðara brunni, upp í ovara brunnin, enn tú far av el-orku, úr sama vatni, tá íð tað rennur omanaftur í niðara brunnin, ígjøgnum eina vatnturbinu.
Hetta er sum at oysa vatn ímillun tvær baljur, tú skal brúka orku til at gera hetta arbeið,
og er hvørki ognari av baljunun ella vatni sum er í teimun, so gevur hetta onga meining,
men bleiv eitt hent amboð hjá Nirristovu manninum, at yvirbevísa landsmynduleikar,
at tað var rívandi galið við ”vatnmonopoli” hjá SEV.
Vit hoyra meira, um hvussi hesin leikur spaldi av, í komandi (9 parti).
Oddbjørn Vágslíð
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



