Tann, ið hevur lítið at siga, tekur gramliga til
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann, ið hevur lítið at siga, tekur gramliga til
- V. Poulsen
Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Sjókæti A-OY er tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn norðurlandaráðsins 2026.

Sjókæti A-OY, sum Sólrún Michelsen hevur skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt, er ein poetisk og spælandi stavraðsbók, sum tekur lesaran við undir havskorpuna. Vit ferðast frá A til OY, har hvør síða vísir okkum ein nýggjan fisk ella aðra undirsjóvarveru. Bókin er tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn norðurlandaráðsins 2026.

Norðurlandaráðið sigur m.a. soleiðis um Sjókæti:

Við stuttum og rútmiskum ørindum hevur Sólrún Michelsen skrivað ein tekst, sum er lættur at lesa upp og ringur at leggja frá sær. Rímini bjóða børnum og vaksnum at smakka orðini, endurtaka og uppdaga. Grundhugskotið í bókini, sum er at lata stavraðið "svimja", ger lesingina til eina sansaliga og aktiva uppliving.

Myndprýðingarnar hjá Anniku Øyrabø eru litríkar og fullar av humori. Tær forleinga orðaspælið í bókini til ein líka spælandi myndaheim.

Les allan tekstin á norden.org

Sólrún Michelsen (f. 1948) er millum fjølbroyttastu rithøvundarnar í Føroyum. Hon skrivar bæði til børn og vaksin og hevur eisini týtt fleiri barnabøkur til føroyskt. Hon hevur millum annað fingið M.A. Jacobsens virðisløn fyri barnabókmentir í 2002 og fyri bókmentir í 2008. Í Sjókæti brúkar hon ljóð, rútmu og orðaspæl til at skapa lesihug og vitan.

Annika Øyrabø (f. 1977) er sniðgevi og myndprýðari. Hon hevur útbúgving frá The Danish Design School og Hochschule für Angewandte Wissenschaften i Hamburg. Annika hevur myndprýtt fleiri barnabøkur, og í Sjókæti hevur gjørt ein myndaheim, sum bæði er grafiskur og spælandi. Pappírsklippini og kollasjurnar geva bókini eina eyðkenda útsjónd, og myndprýðingarnar hava ein aktivan leiklut í at siga søgurnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #