Dirvi er at vera bangin, men saðla rossið kortini
- John Wayne

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Dirvi er at vera bangin, men saðla rossið kortini
- John Wayne
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður 
Svarari: Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum 
Evni: Javnbjóðis atgongd hjá fólki við GSD IIIa til neyðug hjálparráð og kostískoyti

Spurningar: 
1. Hvørji hjálparráð og kostískoyti kunnu fólk við GSD IIIa (Glycogen Storage Disease typa IIIa) fáa ókeypis ella við ískoyti frá Heilsutrygd ella sjúkrahúsverkinum, eitt nú blóðsukurmátara, strimlar, FreeStyle Libre, Glycosade og proteinpulvur?

2. Hvørjar reglur og læknafakligar treytir eru galdandi, og hvussu verður tryggjað, at øll við GSD IIIa verða viðgjørd eftir somu treytum?

3. Fáa fólk við GSD IIIa og øðrum sjúkum, sum hava tørv á regluligari blóðsukurmáting, somu atgongd til hjálparráð, sum fólk við diabetes, og um ikki, hvør er grundgevingin fyri hesum?

4. Hvussu nógvar umsóknir frá fólki við GSD IIIa eru játtaðar og noktaðar seinastu fimm árini, og hvør er vanliga málsviðgerðartíðin?

Viðmerkingar: 
GSD stendur fyri Glycogen Storage Disease, sum er ein arvalig evnaskiftissjúka. Títtleikin av GSD IIIa er høgur í Føroyum. Sjúkan hevur við sær álvarsliga lágt blóðsukur. Fólk við GSD IIIa hava tí tørv á regluligari blóðsukurmáting og serligum kostískoyti sum lið í viðgerðini.

Sjúklingar við GSD IIIa hava greitt frá, at tað tykist vera ymiskt, hvørja hjálp tey fáa. Summi hava fingið blóðsukurmátara, strimlar og proteinpulvur frá sjúkrahúsverkinum, meðan onnur hava fingið noktandi svar ella hava verið noydd at søkja fleiri ferðir.

Fólk við GSD IIIa, og øðrum nærskyldum sjúkum, hava, eins og fólk við diabetes, tørv á at fylgja neyvt við blóðsukrinum. Í kunngerðini um ískoyti til ávís hjálparráð eru blóðsukurtól tó skrásett sum diabetesútgerð. Hetta kann hava við sær, at fólk við sama læknafakliga tørvi ikki fáa somu hjálp, tí sjúka teirra ikki er fevnd av orðingini í kunngerðini.  

Fyri fólk við GSD IIIa snýr tað seg ikki bara um at fyribyrgja lágum blóðsukri, men eisini um at sleppa undan ov høgum blóðsukri. Ov høgt blóðsukur kann føra til, at glycogen verður goymt í livur og vøddum. Av tí at fólk við GSD IIIa hava trupult við at bróta glycogenið niður, kann henda uppsavnanin við tíðini skaða vøddarnar. Tí er neyðugt at kunna fylgja blóðsukrinum neyvt. GSD IIIa-sjúklingar, sum hava læknafakligan tørv á tí, eiga tí at hava atgongd til ein glukosusensor, eitt nú FreeStyle Libre.

Við hesum í huga verður hesin fyrispurningur settur landsstýriskvinnuni í heilsu- og orkumálum. 

Á Løgtingi, 17. september 2026 
Sámal Petur í Grund

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #