Eg mann hava rakt seymin á høvdið. Sjúrður Skaale er fratørur!
Havi verið í hornatøkum við Sjúrð fyrr. Ein retorikari av Guds náði, tað skal eg geva honum. Tí undrar tað meg, at hann kortini altíð hevur fyri neyðini at leggja fólk undir at hava sjónarmið, sum tey ikki hava.
Hann minnir ikki sørt um AB’aran, tann illa Sofus, úr “E elski Førjar”, sum Sjúrður sjálvur hevur skrivað, og sum varð endursent í KVF fyrrakvøldið. Við útsøgnum sum “so hevði tú nokk sagt” og “so hevði tú sikkurt hildið” vindur Sofus seg upp, til hann at enda er dansiderandi svakur. Kanska er hesin paranoidi Sofus eitt ótilvitað sjálvportrett.
Eitt nú skrivar Sjúrður, at eg ikki vil standa saman við Finnlandi, Svøríki, Norra, Danmark og Íslandi, at Danmark er okkara fíggindi og vandi heldur enn Russland. Og skrivar hann: “tað er ikki russiska hervaldið, sum er vandin. Tað, sum hóttir Føroyar, er, at nakrir fáir persónar verða settir at hava eftirlit við russiska virkseminum. Vandin er, at vit fáa vitan um tað, sum hetta hervald ger um okkara leiðir...”
Hetta er sum at hoyra Sofus vinda seg upp. Hetta er alt sovorðið, sum Sjúrður fyrigyklar sær, at eg haldi og meini.
Eg veit ikki, hvussu hann hevur fantaserað seg fram til hetta, men maðurin dugir væl at skriva søgur; bæði fyri Per og Pól, tað vita vit.
At Danmark ikki situr somu megin borðið sum vit og ofta hevur øvugt áhugamál av okkara, er ein væl kend sannroynd. Men tað merkir ikki, at vit eru fíggindar. At vera mótpartar og fíggindar er hvørt sítt; serliga, tá mann spælir við opnum kortum og virðir hvønn annan. Tað er kanska fremmant fyri Sjúrð? Eg veit ikki!
Og so er tað tað landsskaðiliga, sum tekur honum dygt.
Ja, skeivar upplýsingar kunnu sanniliga vera landsskaðiligar. Tær hava mangan ført til, at lond hava tikið skeivar avgerðir. Danmark fór til dømis í kríggj í Irak uppá fregnartænastuupplýsingar um hópoyðingarvápn.
Tað kostaði fleiri hundrað túsund irakum lívið; umframt fleiri deyðar danskar hermenn.
Fregnartænastur verða brúktar til annað enn fakta og upplýsing. Tær eru eisini politisk amboð … HJÁ EIGARANUM. Tí er tað absurd at fegnast um, at DANIR fara at njósnast meir í Føroyum.
Og viðvíkjandi løgreglu og dómsvaldi, so er eingin ivi um, at hesir báðir stovnar høvdu virkað munandi betri, um vit sjálvi umsótu teir.
Tá eg sigi, at Sjúrður tænir fólkatinginum og ikki Føroyum, so er tað ikki til stuttleikar. Sjúrður er nokk tann einasti, sum ikki hevur fatað, at hann starvast sum professionellur jólamaður í Føroyum fyri danir; ikki bara í desember, men alt árið.
Hann leggur í lesarabrævinum fyri við at kunngera gávulistan. Har er sjón fyri søgn, gávuregn. Men alt hevur sín prís. Vit fáa ongantíð nakað fyri einki.
At hann eisini beinleiðis heingir fólk út fyri at dáma mítt uppslag, er rættiliga ómansligt.
Og fyri at taka samanum, Sjúrður Skaale.
PET tænir ikki Føroyum. PET tænir tí danska eindarstatinum. Akkurát sum tú!
At tað av og á, av óvart, er samanfall millum áhugamálini hjá Føroyum og Danmark er bara hepni.
Sjálvt ein brotin klokka er røtt tvær ferðir um samdøgrið
Erling Eidesgaard
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



