Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: Sjúrður Skaale helt í gjárkvøldið røðu á Fólkatingi í sambandi við setanarrøðuorðaskiftið. Røðan snúði seg um útlendingapolitikk og týdningin av at fyribyrgja, at islamisman fær fótafesti í Føroyum.
Røðan byrjaði á ein heldur óvanligan hátt. Sjúrður hevði skrivað eina yrking, sum hann las upp av røðarapallinum. Við rímum og orðaspæli lýsti hann eina røð av trupulleikum við islamismu, sum síggjast í øðrum londum, men sum sambært honum ikki gera seg galdandi í Føroyum.
Uppgávan er sambært Sjúrði Skaale tí at forða fyri, at hetta hendir i Føroyum – júst sum landsstýrið vil.
Øll røðan hjá Sjúrði Skaale kann síggjast og hoyrast í videobrotinum niðanfyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



