Fólkaflokkurin hevur frá byrjan havt sum aðalmál, at Føroyar skulu gerast búskaparliga sjálvbjargnar og politiskt sjálvstøðugar. Tann reyði tráðurin í søgu floksins er, at føroyingar skulu ráða í egnum landi og sjálvi taka ábyrgd av egnari framtíð
Men søgan vísir eisini, at Fólkaflokkurin altíð hevur ásannað, at ríkisrættarligar broytingar mugu fremjast á ein tryggan og veruleikakendan hátt.
Undan fólkaatkvøðuni í 1946 vildi Fólkaflokkurin ikki avmarka fólkið til bert at velja millum danska stjórnaruppskotið og fulla loysing. Flokkurin vildi hava fleiri valmøguleikar. Millum annað eina skipan, har Føroyar høvdu víðfevnt sjálvstýri, men framvegis samstarvaðu við Danmark - á leið sum íslendska skipanin frá 1918.
Hetta var ikki tekin um ógreiðan politikk. Tvørturímóti var tað ein ásannan av, at ríkisrættarligir spurningar eru samansettir, og at fólkið skal kunna taka støðu til eina ítøkiliga og gjøgnumhugsaða loysn.
Tá fólkaatkvøðan varð hildin 14. september 1946, gjørdist úrslitið ein tepur meiriluti fyri loysing. 48,7 prosent atkvøddu fyri loysing, 47,2 prosent fyri stjórnaruppskotinum, og bert 161 atkvøður vóru á muni. Fólkaflokkurin tók úrslitið til eftirtektar og fór undir at fyrireika føroyskt fullveldi. Úrslitið varð kortini ikki sett í verk, og eftir politisku rembingarnar fingu Føroyar heimastýrisskipanina í 1948.
Søgan frá 1946 lærir okkum í minsta lagi tvey ting. Hon lærir okkum, at tjóðskaparlig framstig krevja dirvi. Men hon lærir okkum eisini, at stórar broytingar krevja breiða undirtøku, greiðar ætlanir og tryggleika hjá fólkinum.
1.Tjóðarsemjan er eitt søguligt høvi
Fólkaflokkurin hevur tikið undir við Tjóðarsemjuni, sum allir flokkar uttan Sambandsflokkin hava savnað seg um. Tað er í sjálvum sær eitt stórt politiskt framstig, at ein so breiður partur av Løgtinginum kann standa saman um at broyta og menna viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.
Tjóðarsemjan er alment lýst sum ein ætlan um, at Føroyar og Danmark skulu skipast sum javnsett lond, og at Føroyar skulu fáa fult ræði á uttanríkispolitikkinum og atgongd til teir altjóða limaskapir, sum vit hava tørv á.
Málið er víðfevnt og týdningarmikið. Men júst tí má arbeiðið gerast væl.
Ein hugsjón er neyðug, tí hon vísir okkum kósina. Men hugsjónin kann ikki standa einsamøll. Vit mugu eisini greiða fólkinum frá, hvussu ein nýggj skipan skal virka í gerandisdegnum, hvørjar skyldur vit taka á okkum, hvussu samstarvið við Danmark skal skipast, og hvørjar búskaparligar, sosialar og trygdarpolitiskar avleiðingar kunnu standast av broytingunum.
Fólkið skal ikki verða biðið um at taka eitt lop út í tað ókenda. Fólkið skal kenna leiðina, málið og avleiðingarnar.
2.Fyritreytirnar eru broyttar síðan fullveldissamráðingarnar
Tá fullveldissamráðingarnar vóru fyri fjórðingsøld síðan, góðtók danska stjórnin, at føroyingar kundu velja fullveldi. Hon vildi tó ikki geva Føroyum ta fólkarættarligu viðurkenning, sum landsstýrið kravdi: at føroyingar eru eitt fólk við sjálvsavgerðarrætti, og at Føroyar kunnu samráðast sum ein javnsettur partur.
Síðan er støðan broytt. Í grønlendsku sjálvstýrislógini frá 2009 hevur Danmark viðurkent grønlendingar sum eitt fólk sambært fólkarættinum við sjálvsavgerðarrætti. Við trýstinum frá USA um at yvirtaka Grønland hevur danska stjórnin aftur staðfest, at framtíð Grønlands verður avgjørd av grønlendska fólkinum. Fráboðaða avtalan, sum skal undirskrivast í komandi viku, millum Grønland, Danmark og USA skal eisini viðurkenna henda rætt.
Hetta gevur ikki Føroyum somu rættarstøðu í sær sjálvum, men hettar er eitt grundað fordømi og broytir fyritreytirnar fyri nýggjum samráðingum. Nú eigur at bera til at fáa føroyska sjálvsavgerðarrættin staðfestan og geva Føroyum tær heimildir, sum eru neyðugar fyri at umboða okkum sjálv úti í heimi.
Ein nýggj skipan nýtist ikki at beina burtur tað, sum virkar væl. Danmark kann framvegis røkja verjuna eftir avtalu, vit kunnu varðveita sama gjaldoyra, og føroyingar og danir kunnu hava javnbjóðis rættindi í londunum báðum. Hetta má tryggjast við greiðum og bindandi avtalum.
Tað avgerandi er at broyta tað, sum forðar okkum í dag. Føroyar mugu kunna gera handilsavtalur og fáa sjálvstøðuga umboðan og limaskap í altjóða felagsskapum, serliga innan handil og ítrótt. Soleiðis kunnu vit fremja verulig tjóðskaparlig framstig og samstundis varðveita tryggleikan og tað samstarv, sum hevur virði fyri bæði føroyingar og danir.
3.Samgonguskjalið vísir eina praktiska leið
Samgonguskjalið frá 2026 leggur dent á, at Føroyum tørvar fleiri uttanríkispolitiskar heimildir. Samgongan ætlar tí at taka upp samráðingar við donsku stjórnina, so Føroyar kunnu gerast limur í teimum altjóða samstørvum, sum vit sjálv ynskja at vera partur av. Endamálið er eisini at staðfesta føroyska sjálvsavgerðarrættin í øllum viðurskiftum, sum viðvíkja Føroyum.
Hetta er ein ítøkilig og veruleikakend leið.
Vit hava í dag stór búskaparlig og politisk áhugamál úti í heimi. Kortini kunnu vit ikki altíð umboða okkum sjálv har, sum avgerðirnar verða tiknar. Við hvørt hava Føroyar og Danmark ymisk áhugamál. Tað er tí ikki nøktandi, at onnur skulu tosa okkara søk í málum, sum hava avgerandi týdning fyri okkara fiskivinnu, handil, vinnulív, ítrótt, mentan, trygd og framtíð.
Tí eigur eitt av teimum mest átrokandi málunum at vera, at Føroyar fáa veruligan møguleika at umboða seg sjálvar á altjóða pallum. Vit skulu sjálv kunna samráðast, gera avtalur og verja føroysk áhugamál.
Hetta er ikki bert ein tjóðskaparligur spurningur. Tað er praktiskur gerandispolitikkur, sum kann skapa ítøkilig úrslit fyri føroyskar familjur, arbeiðspláss, fyritøkur og ikki minst innan ítrótt.
4.Fólkið vil framstig men fólkið vil kenna seg trygt
Nýggjastu kanningarnar geva okkum eina greiða ábending um, hvar fólkið stendur.
Í einari Spyr.fo-kanning hjá Kringvarpinum frá september 2026 svaraðu 40,7 prosent ja og 59,3 prosent nei, tá tey vórðu spurd sama einfalda loysingarspurning sum í 1946.
Men tá fólk fingu tríggjar greiðari valmøguleikar, gjørdist myndin meira fjølbroytt. 30,1 prosent vildu loysa frá Danmark, 56,3 prosent vildu hava meira sjálvræði inni í ríkinum, og bert 13,6 prosent vildu varðveita støðuna óbroytta.
Ein onnur kanning frá februar 2026 vísti somu høvuðsmynd. Har vildu 20 prosent hava Føroyar sum sjálvstøðugt ríki, 42 prosent vildu hava meira sjálvræði innan fyri ríkið, og 34 prosent vildu varðveita verandi støðu. Samstundis hildu 61 prosent av teimum, sum høvdu tikið støðu, at tíðin var búgvin at endurskoða ríkisrættarligu støðu Føroya.
Boðskapurin frá fólkinum er tí ikki, at alt skal halda fram óbroytt. Tvørturímóti er stór undirtøka fyri at flyta Føroyar fram á sjálvstýrisleið.
Men tað er heldur ikki í løtuni ein tryggur meiriluti fyri fullari loysing.
Hetta mugu vit taka í størsta álvara. Um ein ov víðgongd ella ógreið loysn verður løgd til fólkaatkvøðu, áðrenn praktisku, búskaparligu og løgfrøðiligu spurningarnir eru svaraðir, kann úrslitið gerast eitt nei. Eitt slíkt úrslit kann ikki bara steðga ætlaðu loysnini. Tað kann seta sjálvstýrisgongdina fleiri ár aftur í tíðina.
At ásanna hetta er ikki at venda hugsjónini bakið. Tað er at taka hugsjónina og fólkaræðið í álvara.
5.Fólkið skal við
Fólkaflokkurin skal framvegis vera flokkurin, sum hevur dirvi at seta sær stór mál fyri Føroyar. Men vit skulu eisini vera flokkurin, sum ger hugsjónir til veruleika.
Tað gera vit við at leggja ítøkiligar og gjøgnumarbeiddar loysnir fram. Við at greiða frá bæði fyrimunum, skyldum og avleiðingum. Við at tryggja føroyska búskapin og vælferðarsamfelagið. Og við at fáa so breiða fólkaliga undirtøku sum gjørligt.
Tjóðarsemjan og samgonguskjalið nýtast ikki at vera mótsetningar. Tjóðarsemjan kann vísa okkum endamálið: Føroyar sum javnsett land við ræði á egnum viðurskiftum. Samgonguskjalið kann vísa eina praktiska leið: samráðingar um fleiri uttanríkispolitiskar heimildir, sjálvsavgerðarrætt og føroyska umboðan í altjóða samstarvi.
Finna vit eina veruleikakenda loysn, sum fólkið kennir seg trygt við og tekur undir við, kunnu vit gera stór framstig á teimum økjum, har tørvurin er mest átrokandi.
Fremst av øllum mugu Føroyar fáa møguleika at umboða seg sjálvar á øllum teimum altjóða pallum, har okkara áhugamál verða viðgjørd.
Málið hjá Fólkaflokkinum stendur fast. Men leiðin fram skal vera trygg, ábyrgdarfull og fólkaræðislig. Tí varandi tjóðskaparlig framstig verða ikki trýst niður yvir fólkið. Tey verða framd saman við fólkinum.
Góðan september, øll somul!
Fróði Magnussen,
umboð fyri Fólkaflokkin á Tingi.
Viðkomandi tilfar til lesarabrævið.
-
Søga Fólkafloksins:
https://folkaflokkurin.fo/102 -
Søga Løgtingsins og fólkaatkvøðan í 1946:
https://www.logting.fo/um-logtingid/soga/soga-logtingsins/ -
Samgonguskjøl hjá Føroya Landsstýri – samgonguskjalið frá 2026:
https://www.foroyalandsstyri.fo/fo/landsstyrid/samgonguskjoel -
KVF um fólkaatkvøðuna og Spyr.fo-kanningina frá september 2026:
https://kvf.fo/greinar/2026/09/14/80-ar-sidani-folkaatkvoduna -
Portalurin um kanningina frá februar 2026:
https://portal.fo/dagur-169620/tveir-tridingar-ynskja-storri-sjalvraedi.grein -
KVF um samráðingar um størri uttanríkispolitiskar heimildir:
https://kvf.fo/node/209297 -
Grein um Tjóðarsemjuna og ætlanina um ein ríkjafelagsskap millum javnbjóðis lond:
https://dimma.fo/grein/enn-er-eingin-fundur-um-at-broyta-okkara-stodu-i-rikisfelagsskapinum
-
Grønlendska sjálvstýrislógin frá 2009 – viðurkenningin av grønlendska fólkinum og § 21 um sjálvstøðu:
https://www.retsinformation.dk/eli/lta/2009/473 -
Lógaruppskotið og viðmerkingarnar til grønlendsku sjálvstýrislógina:
https://www.retsinformation.dk/eli/ft/200812L00128 -
Danska forsætismálaráðið um fráboðaðu avtaluna millum Grønland, Danmark og USA, sum skal viðurkenna sjálvsavgerðarrætt grønlendska fólksins:
https://stm.dk/presse/pressemeddelelser/2026/forventet-aftale-om-styrket-sikkerhed-i-arktis-og-det-nordatlantiske-omraade/ -
Mette Frederiksen um, at sjálvstøða Grønlands er ein avgerð, sum byrjar og endar í Grønlandi:
https://stm.dk/presse/pressemoedearkiv/2025/pressemoede-den-10-januar-2025/ -
Poul Nyrup Rasmussen um fullveldissamráðingarnar og at valið skuldi takast av føroyska fólkinum:
https://stm.dk/statsministeren/taler/statsminister-poul-nyrup-rasmussens-aabningsredegoerelse-i-folketinget-tirsdag-den-3-oktober-2000-kl-1200-mundtlig-del/ -
Viðgerð Fólkatingsins í 2002 av uppskotinum um formliga viðurkenning av sjálvsavgerðarrætti føroyska fólksins:
https://www.folketingstidende.dk/samling/20012/beslutningsforslag/B107/index.htm -
Svar frá danska forsætisráðharranum í 2018 um føroyskan og grønlendskan sjálvsavgerðarrætt:
https://www.ft.dk/samling/20171/almdel/fæu/spm/5/svar/1471226/1865675/index.htm -
Mette Frederiksen um, at øll fólk hava rætt at áseta sína egnu framtíð, og um føroyska ynskið um sjálvstøðuga altjóða umboðan:
https://stm.dk/statsministeren/taler/statsminister-mette-frederiksens-tale-ved-folketingets-aabning-den-7-oktober-2025/
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



