Tann, sum ikki tímir at lesa, er líka fátækur í andanum sum tann, ið ikki dugir at lesa
- orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Skattatrýstið í Føroyum var 41,9 prosent í 2024. Tað er 1,3 prosent-stig størri enn í 2023. Orsøkin til vaksandi skattatrýstið er, at vøksturin í skattainntøkunum hevur verið størri enn samlaði búskaparvøksturin í árinum.

Almennu inntøkurnar frá skattum og sosialum gjøldum vóru 11,7 milliardir krónur í 2024. Tað er ein vøkstur á knappar 700 milliónir krónur, ella 6,4 prosent í mun til 2023. Skattatrýstið verður roknað sum skattir og avgjøld tilsamans í prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni í ársins prísum var einans 2,9 prosent og tískil vaks skattatrýstið.

Persónligi inntøkuskatturin telur góð 40 prosent
Persónligi inntøkuskatturin sum húsarhaldini gjalda, er størsta inntøkukeldan hjá almenna geiranum. Inntøkurnar frá persónliga inntøkuskattinum vóru góðar 4,7 milliardir í 2024, og hava tær verið støðugt vaksandi síðan 2012. Á øðrum plássi eru inntøkurnar frá meirvirðisgjaldi (MVG) á vørur og tænastur, sum var 2,5 milliardir krónur í 2024. Tað er ein vøkstur á 9,9 prosent í mun til 2024. Hesar stóru inntøkukeldurnar vaksa lutfalsliga støðugt frá ári til ár, ímeðan aðrar skattainntøkur eru, sum sveiggja nógv. Serliga síggjast stór sveiggj í inntøkunum frá vinnufelagsskatti, kapitalvinningsskatti og tøkugjaldi.

Næsthægsta skattatrýst í Norðurlondum
Sammett við hini Norðurlondini, liggja Føroyar á øðrum plássi, tá tað kemur til skattatrýst. Í Danmark er skattatrýstið 45,4 prosent sum er 3,5 prosent-stig hægri enn í Føroyum – harfrá eru heili 11,3 prosent-stig niður til Ísland, sum hevur lægsta skattatrýstið. 

Sí meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo