Eg síggi einki, hoyri alt, men lurti ikki eftir øllum
- hin blindi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg síggi einki, hoyri alt, men lurti ikki eftir øllum
- hin blindi
Onnur tíðindi

Íslendska sjóverjan og serdeildir hjá ríkisløgregluni fóru hóskvøldið umborð á Bandero, sum siglir fyri felagsskapin hjá hvalaverndarmanninum Paul Watson. Skiparin varð handtikin, og skipið ført til Reykjavíkar.

Tað skrivar visir.is.

Tað var eftir at manningin á hvalaveiðiskipinum Hval 9 boðaði frá, at hon kendi seg hótta, at myndugleikarnir gjørdu av at leggja uppí. Bandero hevði tá siglt inn um íslendska 12 fjórðinga markið og hevði kós móti Hval 9.

Sambært sjóverjuni noktaði skiparin á Bandero at fylgja boðum um at fara úr íslendskum sjógvi og seinni at steðga motorunum. Tyrlan hjá sjóverjuni og verjuskipið Freyja vórðu tí boðsend.

Serdeildir fóru umborð seint um kvøldið, tóku ræðið á skipinum og handtóku skiparan.

Paul Watson, sum ikki sjálvur er við, segði fyrr um kvøldið, at hann ikki óttaðist handtøkur ella rættarmál. Sambært honum er endamálið við átakinum at vekja altjóða ans um íslendska hvalaveiðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #