At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

Skjótt fer at ganga skjótari at koma ígjøgnum trygdareftirlitið í floghavnunum.

Nýggj útgerð, sum ger tað gjørligt at ganga ígjøgnum uttan at skula lata seg úr og tøma taskuna, hevur verið roynd í eina tíð í størstu floghavnini í Danmark, sum er tann í Kastrup.

- Ætlanin er, at tann ferðandi skal kunna leggja viðførið á bandið og so bara ganga ígjøgnum, sigur Johnnie Müller, sum er trygdarstjóri í floghavnini við Berlingske.

Við nýggju skanningarútgerðini ber til at kanna viðførið í 3D, tað vil siga, at ein ávísur lutur kann "takast úr" kuffertinum og vendast og snarast fyri at verða kannaður nærri. Ymiskt flótandi verður heldur ongin trupulleiki, tí tað fer ikki at skugga fyri øðrum.

Væntandi fara upp til 350 fólk um tíman at kunna ganga ígjøgnum hvønn trygdargeira, tá nýggja útgerðin verður tikin í nýtslu. Í dag er hetta talið 200.

Longu næsta ár verða partar av nýggju tøknini tiknir í brúk, og frá 2024 er full nytta fingin úr nýggju útgerðini, skrivar Berlingske.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo