Pætur Smith Clementsen, høvuðsvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum - Mynd: www.FSF.fo
Pætur Smith Clementsen, høvuðsvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum - Mynd: www.FSF.fo
FSF: Týsdagin 14. apríl klokkan 17:00 fer føroyska kvinnulandsliðið á vøllin aftur, tá Grikkaland vitjar í HM undankappingardysti á Tórsvølli.
– Støðan í hópinum er góð, fyrireikingarnar hava gingið væl, og vit eru komin væl áleiðis við tí, sum vit hava arbeitt við, sigur landsliðsvenjarin, Pætur Smith Clementsen, ið væntar og vónar, at heimavøllurin verður okkara fyrimunur.
Aftaná venjingina, sum var á Tórsvølli seinnapartin sunnudagin, fekk FSF varpið fekk orðið á venjaran.
Atgongumerki til HM undankappingardystin millum Føroyar og Grikkaland fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



