Um vit bert síggja tað, sum vit sjálvi líka, so fáa vit eina rangmynd av tí veruleika, vit liva í
- Kári P

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um vit bert síggja tað, sum vit sjálvi líka, so fáa vit eina rangmynd av tí veruleika, vit liva í
- Kári P
Tiltøk

Innsent: Komandi leygardag bjóða vit tær vælkomnum til tann stóra familjudagin á Vaglinum. 

Tað er líkamikið, um tú er maður ella kvinna. 0 ár ella 100 ár. Hundur ella ketta. Øll eru vælkomin til Slaktið.

Her sært tú ferðina frá livandi djóri til ein leskiligan bita á tallerkinum. Her kunnu børn og vaksin síggja, hvussu seyðir og neyt verða flett. Og tú fært eisini ókeypis smakkiroyndir av spennandi rættum, sum okkara fantastisku kokkar borðreiða við.

So gloym alt um dýrt innkeyp, matgerð og uppvask. Tú skalt bara seta eitt stórt X í kalendaran tann 12. september, so skulu vit nokk syrgja fyri rest.

Tiltakið er frá kl. 11 til 16.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #