Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Onnur tíðindi

Yvir 100 sethús eru brend í grund í einum stórum eldi í Drammen í Noregi, og meira enn 400 fólk eru flutt burtur úr økinum. Fult tamarhald er enn ikki á eldinum, sum kyknaði fríggjadagin.

Tað skrivar NRK.

Sløkkiliðið hevur avmarkað eldin nærindis bústaðarøkinum í Krokstadelva, men hann hevur breitt seg út í skógin. Turt veður, smalar gøtur og nógvur gróður hava gjørt sløkkiarbeiðið sera trupult.

Á einum tíðindafundi sum hevur verið nú seinnapartin varð sløkkiliðsleiðarin Calle Varfjell sjónliga rørdur, tá hann varð spurdur um sítt egna hús, sum eisini er brent niður.

– Tað er hart. Vit og nógvir aðrir brandmenn eru eisini rakt og sera troytt, segði hann við tárum í eygunum.

Trý fólk eru løstað, men sambært løgregluni er eingin saknaður. Einki bendir á, at eldurin varð ásettur, og løgreglan vísir aftur gitingum um yvirgang.

Minst 12 sløkkilið og fleiri tyrlur hava tikið lut í arbeiðinum.

Myndugleikarnir lýsa eldin sum ein av ringastu eldsbrunum í nýggjari norskari søgu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #