Men teir eru ikki lidnir enn at skera upp í Leynum, og sambært sýslumanninum, Kristjan Martin Joensen, so eru fólk vælkomin at koma og hjálpa til.
Fleiri kommunur hava fingið í boði at fáa grind, men ikki allar hava svarað aftur enn, sigur sýslumaðurin.
Sum VP skilir, so hava onkrar kommunur sagt nei takk. Til dømis fingu Tórshavnar kommuna og Klaksvíkar kommuna í boði at taka ímóti 40 hval hvør, men hvørgin vildi hava.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo