Fiskamarknaður Føroya: Ísfiskalínuskipið er nýliga byrjað túr norðanfyri. Hann fiskar mest tosk og hýsu og kemur at landa síðst í vikuni. Átta frystilínuskip eru við Ísland og trý eru við Føroyar. Tvey koma at landa í vikuni.
Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Verðrið verður brúkiligt, so tí vænta vit nakað av útróðri. Fiskaríið er brúkiligt.
Tveir djúpvatnstrolarar eru eystanfyri og fiska upsa og djúpvatnsfisk. Annar kemur at landa fyrst í vikuni, meðan hin neyvan landar í vikuni. Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar og kemur væntandi at landa miðskeiðis í vikuni. Hann fær mest tosk og upsa.
Fimm pør eru til fiskarí, men fiskaríið er smáligt. Tey flestu koma at landa í vikuni.
Tveir trolbátar eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Báðir landa í vikuni. Væntandi fer onkur av hinum trolbátunum út í næstum.
Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt, og bæði landa í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



