Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Landar væntandi síðst í vikuni. Eitt frystilínuskip er á Íslandsrygginum, eitt er á Flemish Kap, eitt við Eysturgrønland og fýra eru við Føroyar. Skipið á Íslandsrygginum fær mest tosk og so nakað av svartkalva. Skipið á Flemish Kap fær mest av toski. Tað við Eysturgrønland fiskar svartkalva, meðan skipini við Føroyar, fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

Streymurin er nokkso harður fyrst í vikuni, men batnar sum vikan gongur. Veðrið verður umskiftandi, men vit vænta tó nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Ein djúpvatnstrolari er á Íslandsrygginum og fiskar tosk. Landar neyvan í vikuni. Tveir fiska svartkalva og annan djúpvatnsfisk. Tveir frystitrolarar eru eisini úti.

Fýra pør eru til fiskarí og koma at landa gjøgnum vikuna. Fiskaríið er smáligt.

Ein trolbátur er á landleiðini og fiskar flatfisk og nakað av toski. Ein er eystanfyri og fiskar mest av upsa, longu og toski og so er ein á Skeivabanka og fiskar mest av havtasku, toski og longu. Allir landa í vikuni.

Trý garnaskip fiska svartkalva og koma allir at landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #