Tað var ímeðan forsetin og umboð fyri heilivágsídnaðin, teirra millum eisini danska Novo Nordisk, skuldu kunngerða nýggja avtalu, at ein av teimum hjástøddu brádliga small um.
Tað vóru stjórarnir í Novo Nordisk, David Moore og Mike Doustdar, sum loftaðu manninum, og síggjast hjálpa honum við at lyfta beinini upp, so meiri blóð kemur til høvdið.
Hvussu tað spældi av hjá manninum, og hvør hann var, er ikki endaliga greitt. Men avtalan sum Novo Nordisk hevur gjørt við Donald Trump er í stuttum, at danski heilivágsrisin sleppur undan tolli í trý ár afturfyri at lækka prísin á sínum vørum í USA.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



