Meira ræður um tað, ið rætt er, enn hvør ið rætt fær
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Meira ræður um tað, ið rætt er, enn hvør ið rætt fær
- V. Poulsen
Andaktir

Sólin skein henda dagin í juni 2026. Himinin var alljósur. Onkur skýkloddi, ið ikki órógvaði, sást á luftini. Ljósið vann á myrkrinum. Tað var fagurt at liva!

Vit bæði konan vóru í avbera góðari tíð á flogvøllinum. Sótu í Billund og bíðaðu eftir føroyska flogfarinum. Løtan var vøkur, hóast flogbreytin var asfalt og flogførini mekaniskir lutir. Vit livdu í løtuni og nutu lívið saman við fólki, ið var á ferð.

Vakrar góðveðursdagar kemur mangt jaligt til hugs. Lívið er fult av gleði yvir tað góða, ið møtti okkum á lívsleiðini. Samanumtikið eru nógvar góðar løtur, hóast nakrir flókar komu á luftina.

At njóta ljósar løtur og lagra tær í minninum er sum at leggja orku í løgur. Orkan kemur okkum til góðar og er til at taka, tá tað skýmir á leiðum vára. Tað er júst sum við tí grøna orkuskiftinum, at avlopsorkan, tá ið vindurin er nógvur og vatn er í áunum, kann goymast og verða til at taka seinni.

Vitjanin í dómkirkjuni í Aarhus, nú nýggjur biskupur var kosin, var áfylling av gleði og ljósi. Vit sóu kend andlit, ið vit hava kent í langa tíð. Vit hittu fólk, ið vit ikki áður høvdu møtt.

Vit vóru styrkt í gleðini og mint á týdningin av nærveru og samanhaldi, at vit í trúnni á Jesus Krist eru eitt og ein ymiskt littur systkinaflokkur.

Har vóru væl lærd fólk á mongum ymiskum fakligum økjum. Har vóru nøkur, ið ikki vóru stinn í tí bókliga. Tey høvdu aðrar týðandi førleikar og uppgávur.

Bókligur lærdómur og fakligt handverk eru neyðug í einum samfelag, ið skal fylgja við menningini og nøkta nútíðar krøv. Lívið og nøgdsemi lívsins eru tó væl størri enn faklig fakta og ítøkilig vitan. Tann andaliga menningin innan mentan, list og átrúnað munar væl, tá ið ein heildarmeting av lívinum verður gjørd.

Gleðin er at liva tað lívið, ið gjørdist okkara. At vera nøgdur við seg sjálvan uttan at gerast sjálvglaður ella hátíðarligur. Gleðin trívist væl, tá ið vit nýta okkara evnir til gagns fyri onnur og gleðast um, at onnur eru dugnalig og gagna fjøldini.

Mitt í allari mannfjøldini rundan um dómkirkjuna stóð ein stillførur maður. At síggja til var hann uttanfyri ta kirkjuligu samveruna, einsamallur og varin í stórari mannfjøld.

Tað lagaði seg soleiðis, at vit báðir komu á tal hvør við annan. Maðurin greiddi mær frá, at tað var honum ein sonn frøi at vera í dómkirkjuni, kirkjum og teimum húsum, har Guðs navn býr. At kunna vera á heilagum støðum.

Maðurin var glaður, tí Guð hevði givið kvinnum og monnum førleikan at prædika og siga honum og kirkjuliðinum frá um Guðs kærleika, ráð og vilja. Tað var ríkt at vera ein partur av Guðs kirkju.

Samtalan nam við mítt hjarta. At møta einum glaðum eyðmjúkum manni, nú ein mongd av norðurlendskum og evropeiskum biskupum stóðu í vøkrum kápum umringaðir av hundraðtals prestum og enn størri fjøld av kristnum vitnum.

Í fínasta skrúð gingu biskupar, prestar og kirkjunnar fólk í skrúðgongu inn í ta tignarligu og vøkru dómkirkjuna. Hátíðarligt og stílreint var alt, enntá hvør minsta rørsla var avtalað.

Og so sálmasangurin stuðlaður av ljómandi tónleiki. Í øllum hitanum varð hugt eftir, um gleðin var til staðar í hjartanum og stóð myndað í andlitum okkara. Vit áttu at verið glað fyri møguleikan at vera við til ta hátíðarligu løtuna.

Jú, lagið var gott. Eingin orsøk var at vera tvitin og misnøgdur, als ikki mótvegis øðrum menniskjum. Tað var eingin orsøk at hugsa, at onnur ikki vóru á sama átrúnaðarliga støði. Eingin orsøk at hevja seg sjálvan upp um onnur. Eingin orsøk at tala trúnna hjá øðrum niður.

Tá ið vit eftir gudstænastuna skiftu og fóru úr teimum kirkjuligu klæðunum, løgdu vit enn einaferð merki til tann stilla eyðmjúka mannin.

Ein eftirløntur biskupur var so óheppin at missa kápuna á gólvið. Við tað sama var tann umtalaði maðurin har. Hann tók kápuna upp av gólvinum og hjálpti tí eldra biskupinum.

Loyvdi mær at heilsa tí eyðmjúka manninum við orðunum, at hjálpsemi er ein vøkur góðgerð. Hann takkaði høviskliga og segði, at hansara lutur var at tæna teimum, ið fingu litið til eina stóra tænastu í Guðs ríkis víngarði.

Hóast ikki samdur við svarinum, at ávísar tænastur eru størri enn aðrar, dámdi mær svarið. Hetta sama eyðmjúka tænandi sinni møtti eg á umreisu, tá prestur vitjaði tær smáu kirkjusóknirnar úti á oyggj. Onkur, ið varðaði av kirkjuni á staðnum, bar kuffertið og prestakjólan fyri prest.

Sjálvrannsakandi stendur spurningurin ósvaraður: Beri eg byrðar fyri onnur, ella leggi eg smásteinar í teirra viðføri?

Amen.

Orðið: “Spakføri tungunnar er eitt lívstræ...” (Orðtøkini 15,4).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #