Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjørt Lind, løgtingskvinna
Svarari: Beinir Johannesen, løgmaður
Evni: Smartglasses í almenna rúminum
Spurningar:
1. Hvørjar váðar sær løgmaður, nú snildbrillur gera tað møguligt at taka myndir og filma fólk meir ella minni fjalt í almenninginum uttan at tey, ið verða filmað, eru varug við tað?
2. Eru galdandi reglur um upptøkur og um at deila myndir og filmar nøktandi, tá talan er um snildbrillur, sum kunnu taka upp, uttan at onnur týðiliga varnast tað?
3. Metir løgmaður, at tørvur er á serligari regulering av snildbrillum, eitt nú avmarkingum ella forboði í ávísum støðum?
Viðmerkingar:
Smartglasses, ella snildbrillur, hava verið á marknaðinum í nøkur ár, men sølan hevur tikið dik á seg ta seinastu tíðina. Brillurnar kunnu millum annað brúkast til at taka myndir og video, tosa í telefon og lurta eftir tónleiki, og nýggjar útgávur hava eisini ymiskar funkur, ið nýta vitlíki.
Tøknin hevur nógvar møguleikar, men hon reisir eisini nýggjar spurningar um privatlív og samtykki. Við vanligari fartelefon er ofta sjónligt, tá ein persónur tekur eina mynd ella filmar. Tá myndatólið hinvegin er bygt inn í brillur, sum líkjast vanligum brillum, kann tað vera torført hjá fólki at vita, um tey verða avmyndaði.
Seinastu tíðina hava fleiri dømi verið um fólk, serliga kvinnur, sum eru tikin upp við snildbrillum uttan at vita av tí, har tilfarið síðani er deilt á sosialum miðlum. Tað eru nógv dømir um, at kvinnur finna útav, at videotilfar av teimum liggur úti á alnótini, uttan at tær vita, at tær eru blivnar filmaðar.
Fleiri og fleiri felagsskapir taka nú frástøðu frá hesum brillunum. Serliga eigur at verða hugsað um børn og ung og aðrar støður, har fólk kunnu vera serliga útsett.
Samstundis er málið ikki svart-hvítt. Snildbrillur kunnu eisini hava gagnlig endamál, eitt nú sum hjálpartól hjá blindum og sjónveikum, sum við hjálp frá vitlíki kunnu fáa upplýsingar um tað, ið er rundan um tey.
Men møguleikin at ganga runt í almenna rúminum og taka onnur upp, uttan at tey greitt varnast tað, er ein grundleggjandi broyting. Tað kann skapa ótryggleika og gera tað truplari hjá tí einstaka at vita, nær hann verður filmaður, og hvat upptøkurnar síðani verða brúktar til.
Tí er neyðugt at taka støðu til, um verandi reglur verja privatlívið hjá fólki nóg væl, ella um tørvur er á strangari reglum. Í hesum sambandi er eisini viðkomandi at spyrja, um brillur, sum gera tað møguligt at taka fólk upp uttan teirra vitan, yvirhøvur eiga at vera loyvdar.
Á Løgtingi, 18. august 2026
Bjørt Lind
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



