Svar upp á fyrispurning nr. 52-001/2026 eftir § 52a í tingskipanini, um kommunulæknan í Vágum, frá
Jóhannis Joensen, løgtingsmanni
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Nær væntar landstýriskvinnan, at nýggja kommunulæknaviðtalan verður sett?
2. Verður í setanartilgongdini arbeitt fyri, at kommunulæknaskipanin í Vágum eisini fevnir um kvinnuligan kommunulækna?
Svar:
Til spurning 1
Samskifti hevur verið millum Heilsutrygd og Vága kommunu viðvíkjandi teimum hølum, har nýggja læknaviðtalan skal halda til. Tann ætlan sum er løgd fyri tey hølir, sum skulu nýtast til triðju viðtaluna (nýggju viðtaluna) er nýliga góðkend. Samskifti er eisini millum Heilsutrygd og kommunulæknarnar í grannaviðtalunum um, hvussu samstarvið kann verða við nýggju viðtaluna.
Sambært Heilsutrygd er ætlanin at søkja eftir kommunulækna til nýggju viðtaluna í september í ár.
Til spurning 2
Tá ið Heilsutrygd fer at lýsa eftir kommunulækna til nýggja starvið í Vágum, fara tey í setanartilgongdini, og í samsvar við setanarpolitikk landsins, at leggja dent á, at seta tann umsøkjaran, sum úr einum heildarsjónarmiði er best skikkaður til starvið og tað kann ikki verða gjørdur munur á kyni í tí sambandi.
Tað kann leggjast afturat, at við kunngerð nr. 102 frá 27. mai 2025 um heilsuøkir og heilsumiðstøðir var farið frá gomlu skipanini við 9 læknadømum. Í staðin vórðu Føroyar skipaðar í 5 heilsuøkir, sum samstundis merkir, at úrvalið av læknum, sum borgararnir kunnu velja millum gerst størri.
Í gomlu skipanini við læknadømum, vóru læknadømini sera ymisk til støddar. Í tí minsta læknadøminum vóru umleið 1.300 fólk, og í tí størsta vóru umleið 22.300 fólk. Tí var eisini sera ymiskt, hvussu nógvar kommunulæknaviðtalur vóru í teimum ymisku læknadømunum. Fleiri av læknadømunum vóru smá, og tað hevði við sær, at tað vóru sera avmarkaðir, og í summum førum eingin møguleiki at velja lækna.
Heilsuøki 3 fevnir um Sørvágs kommunu, Vága kommunu, Vestmanna kommunu, Kvívíkar kommunu, Sunda kommunu, Eiðis kommunu og Tórshavnar kommunu (tó bert Kollafjørð, Signabø og Oyrareingir).
Í heilsuøki 3 eru í løtuni 6 kommunulæknaviðtalur. Ein er mannað við kommunulæknaavloysarum, tríggjar eru mannaðar við mannligum kommunulæknum, og tvær eru mannaðar við kvinnuligum kommunulæknum. Annar av kvinnuligu kommunulæknunum starvast við Norðskála, og hin í Kollafirði.
Tað ber til hjá øllum, sum eru búsitandi í heilsuøki 3, at velja onkran av kommunulæknunum í
heilsuøkinum, og tískil eisini kvinnuligan kommunulækna.
Heilsu- og orkumálaráðið, 13. august 2026
Eyðdis Hartmann Niclasen
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



