Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sirið Stenberg løgtingskvinna
Svarari: Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum
Evni: Sparingar í heilsuverkinum
Spurningar:
1. Hvussu stór er sparingin í samlaða heilsuverkinum, og hvussu er sparingin býtt á ymisku økini?
2. Hvussu nógv størv verða spard burtur ella niðurløgd?
3. Hvussu fer hetta at ávirka sjúklingar, bíðilistar og brúk av konsulentum?
Viðmerkingar:
Stórar sparingar eru fráboðaðar í fíggjarlógini fyri 2027. Hetta fer sjálvsagt at hava avleiðingar fyri samfelagið. Fleiri ymisk øki eru nevnd at skulu gera sparingar.
Serlæknapuljan skal strikast, tilboðið til kvinnur við barnaburðartunglyndi verður tikið burtur, Heilsustýrið verður skert, sjúkarhúsini skulu spara, Heilsutrygd skal spara, umframt fleiri aðrar sparingar, sum tað er týdningarmikið at fáa greiðu á, hvørjar eru.
Í fíggjarlógini er raðfest at hækka mótrokningsfríðu upphæddina til arbeiðandi pensjónistar upp í 300.000 kr. og at geva lætta til fólk, sum starvast uttanlands. Eitt gott heilsuverk, sum eisini framhaldandi kann menna tænastur til fólkið í Føroyum, hevur avgerandi týdning fyri trygd og trivnað, og hvar fólk vilja búgva.
Tí kann tað undra, at raðfestingin er, sum hon er. Og tí er hesin spurningur settur, so tað ber til at fáa lýst nærri, hvørjar sparingarnar ítøkiliga eru, og hvørjar avleiðingarnar verða.
Á Løgtingi, 8. oktober 2026
Sirið Stenberg
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



