Sjúrður Skaale á Facebook: Eg trúgvi ikki uppá, at Erling Eidesgaard meinar tað, tá hann sigur, at PET er ein hóttan móti Føroyum. (Eg meini so við: Hví vil hann so ikki eisini hava politiið av landinum...).
Eg trúgvi heldur ikki uppá, at Erling meinti tað, tá hann á sinni (vistnokk enntá í eini flaggdagsrøðu) segði, at Føroyar vóru sum eitt spøkilsi.
Trúgvi heldur ikki hann meinti tað, tá hann segði, at koma pengar úr Danmark, kann tað samanberast við ... ja, lort. Einki minni.
Eg trúgvi ikki uppá, at hann heldur tað vera eitt tap fyri Føroyar, at eitt fongsul verður bygt til føroyskar fangar – hóast málsøkið er danskt.
Eg veit at nøkur heilt fá fólk (og veljarar) hava ta tvíbýttu heimsmyndina, hann hevur gjørt seg til talsmann fyri: Øðrumegin standa føroyingar sum ússalig, kúgað offur – og hinumegin standa danir sum trælaharrar.
At Erling roynir at tekkjast hesum fólkum (veljarum) er ein erlig sak – men hann KANN ikki meina tað sjálvur.
Eg giti tí, at tað mest er í skemti, at hann sigur alt tað, hann sigur. Og skemtiligt – tað er tað!
So eg steðgi á hesum sinni við einum svari í sama, góðsliga anda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



