At slaka fyri einum áleypara er sum at fóðra eina krokodillu við smábitum og vóna, at hon ikki etur teg fyrrenn síðst
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At slaka fyri einum áleypara er sum at fóðra eina krokodillu við smábitum og vóna, at hon ikki etur teg fyrrenn síðst
- Winston Churchill
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður 
Svarari: Eyðdis Hartman Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum 
Evni: Heilsumiðstøð og apotekið í Suðri

Spurningar:   
1. Kann landsstýriskvinnan greiða frá, hvørjar ætlanir samgongan hevur viðvíkjandi bygging av heilsumiðstøð og umvæling av apotekinum í Suðri?

Viðmerkingar: 
Bæði undir viðgerðini av fíggjarlógini og í sambandi við onnur kjak á Løgtingi er komið fram, at kommunur í Suðri hava ætlanir um bygging av læknamiðstøðum í oynni.

Serliga var undir viðgerðini av ársins fíggjarlóg hvast kjak um ætlanirnar at brúka eina tvísiffraða milliónaupphædd at umvæla gamla og soppafongda apoteksbygningin á Tvøroyri.

Fleiri mæltu staðiliga frá hesum, tí mett varð skilabest á allan hátt at byggja nýtt apotek í einari nýggjari heilsumiðstøð.  

Hesum ynskjum vísti táverandi landsstýriskvinnan avgjørd frá sær.

Nú onnur samgonga stjórnar Føroyum, og onnur landsstýriskvinna stjórnar heilsuøkinum, loyvi eg mær at spyrja, um sitandi samgonga hevur aðrar ætlanir bæði viðvíkjandi heilsumiðstøðum og apotekinum í Suðri, enn farna samgonga hevði. Og um so er, hvørjar hesar ætlanir so eru. 

Á Løgtingi, 25. august 2026 
Jenis av Rana

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #