Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur  eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari:  Liljan Weihe, løgtingskvinna 
Svarari:  Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum 
Evni:  Starvsfólk á barnaverndarstovnum í Føroyum

Spurningar:   
1. Hvussu stór hevur útskiftingin av starvsfólkum á barnaverndarstovnum undir Almannaverkinum verið seinastu 5 árini?

2. Hvussu nógv eru og hava verið í føstum starvi í mun til tímalønt, og hvørja útbúgving hava tey?

3. Hvussu ofta hava børn og ung, sum búgva ella hava búð á stovni, flutt addressu/r seinastu 5 árini?

4. Hevur landsstýrismaðurin havt skipað eftirlit við, at tey børn og ungu, sum samfelagið hevur umsorganaryvirtikið, hava nøktandi umstøður at trívast og mennast í?

Viðmerkingar: 
Í nýggjastu frágreiðingini hjá Barnaverndarstovuni fáa vit at vita, at 31 børn og ung búgva á barnavendarstovni. 28 av teimum eru á barnaverndarstovni í Føroyum, meðan 3 eru í Danmark. Hesin fyrispurningur snýr um tey børn og ungu, sum eru á stovni í Føroyum.

Vit hava lítla og onga vitan um tær umstøður, vit bjóða børnum og ungum, sum eru sett heiman á stovn. Tað vit tó síggja er, at tað ofta eru lýsingar eftir starvsfólki til hesar stovnar. Tað ávirkar óivað gerandisdagin og trivnaðin hjá hesum børnum, at tey ofta skulu fyrihalda seg til nýggj starvsfólk.

Harafturat hevur Løgtingsins umboðsmaður í 2023 víst á, at eftirlitið á barnaverndarøkinum als ikki er nøktandi.

Fyri eini tíð síðani fingu vit innlit í eitt mál um ein tannáring, sum hevði flutt frá einum stovni til annan, og hetta hevði ógvuliga neiliga ávirkan á trivnaðin og menningina hjá honum.

Samfelagið hevur eina heilt serliga skyldu í mun til tey børn og ungu, sum verða sett heiman.

Umráðandi er tí, at neyvt verður fylgt við at barnaverndartænastur, barnaverndarstovan, fosturforeldur og barnaverndarstovnar liva upp til tær ásetingar og ta ábyrgd, so at børnini og tey ungu hava best hugsandi umstøður at trívast og mennast í. 

Á Løgtingi, 8. september 2025 
Liljan Weihe

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #