Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jenis Kristian av Rana, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Holocaustdagurin 27. januar
Spurningar:
1. Verður altjóða Holocaustdagurin hildin í føroyska undirvísingarverkinum hin 27. januar í ár?
2. Um tiltakið ikki verður hildið sum vanligt, hvør er so orsøkin til hetta?
Viðmerkingar:
1. novembur 2005 samtykti alheimsfelagsskapurin ST, at 27. januar skuldi verða altjóða minningardagur um Holocaust undir seinna heimsbardaga - og onnur fólkadráp.
Eisini heitti ST á heimsins lond um at samtykkja hendan dagin sum almennan minningardag.
Dagurin 27. januar varð valdur, tí henda dagin náddu fyrstu frælsu herdeildirnar til Auschwitz og fríaðu teir 9.000 fangarnar, sum enn vóru eftir á lívi.
Síðani Løgtingið, hin 3. mai 2019, samtykti 27. januar at verða almennan føroyskan minningardag fyri Holocaust og onnur fólkadráp, hevur dagurin verið ein týðandi dagur í føroyska undirvísingarverkinum.
Hendan dagin hava skúlar kring landið arbeitt við søguligum, siðbundnum og fólkaliga týdninginum av Holocaust og øðrum fólkadrápum, og er endamálið m.a. lýst at vera:
• at styrkja førleikarnar hjá næmingum at skilja, hvussu fordómar, ótolsemi og radikalisering kunnu vaksa fram
• at ávara móti hugburði og atburði, sum kann føra til fólkadráp
• at menna undirvísing og undirvísingartilfar, sum kann forða fyri fólkadrápi
• at avdúka og forða fyri avnokting av Holocaust og fólkadrápi
• at menna virðing fyri mannarættindum.
Lítið og einki hevur verið at hoyrt um ársins tiltak, sum annars vanliga er vorðið væl lýst og kunngjørt frammanundan.
Tó hoyrist nú millum manna, at onki tiltak er sett á skrá í ár, og at dagurin tí verður av ongum.
Fyri at tryggja opinleika, greidleika og fakligan tryggleika í undirvísingarverkinum verða hesir fyrispurningar settir.
Á Løgtingi, 26. januar 2026
Jenis Kristian av Rana
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



