Undirmet ongantíð ein mann sum yvirmetir seg sjálvan
- Franklin D. Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Undirmet ongantíð ein mann sum yvirmetir seg sjálvan
- Franklin D. Roosevelt
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari:  Høgni Hoydal, løgtingsmaður 
Svarari:  Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum 
Evni:  Kostnaður av tunnilsbygging á landi 

Spurningar:   
1. Hvør er samlaði kostnaðurin av Dalstunlinum?

2. Hvør er kostnaðurin av Dalstunlinum samanborið við aðrar tunlar, ið eru bygdir á landi seinastu 8-9 árini (Fámjinstunnilin, Hvalbiartunnilin og tunlarnir Norður um Fjall)– fyri hvønn metur/kilometur og onnur saklig og sambærlig metingarvirði?

3. Hvussu nógv av kostnaðinum í Dalstunlinum er goldin til almennar veitarar og hvussu nógv til privatar veitarar samanborið við hinar tunlarnar, sum eru bygdir seinastu 10 árini?

4. Í rundum tølum, hvussu nógv er goldið til størstu veitararnar og hvørjar tænastur hava hesir veitt verkætlanini – í neyvari samanbering millum Dalstunnilin og hinar tunlarnar seinastu 10 árini?

5. Hvussu nógv av samlaða kostnaðinum av Dalstunlinum samanborið við hinar tunlarnar er goldið til útlendskar veitarar?

6. Nær er ætlanin, at arbeiðið við Tjørnuvíkartunlinum fer í gongd, og hvussu verða tøl og royndir, sum spurt er um omanfyri, brúkt til at taka avgerð um, hvussu Tjørnuvíkartunnilin (og seinni Gjáartunnilin) skulu gerast?  

Viðmerkingar: 
Dalstunnilin varð latin upp fyri almennari ferðslu 18. juli í ár. Breið semja tykist vera um, at tunnilin er sera væl frágingin, og at dalbingar hava fingið eina góða, nýggja farleið, ið vónandi verður til signing fyri bygdina og allar føroyingar.

Tað serliga við Dalstunlinum er, at tunnilsliðið hjá Landsverki hevur bygt tunnilin. Nú landsstýrið tykist hava gjørt ta niðurstøðu, at Landsverk og almenn bygging er ein vansi fyri samfelagið, kundi verið áhugavert at fingið verulig tøl og sakligar greiningar á borðið: Hvussu hevur arbeiðið gingið og kostnaðurin verið av Dalstunlinum í mun til hinar tunlarnar á landi, ið eru bygdir seinastu 8-9 árini – Fámjinstunnilin, Hvalbiartunnilin og tunlarnir Norður um Fjall?

Í samanberingini er týðandi at øll sambærlig metingarvirði verða løgd til grund. Til dømis: Vegarbeiði í sambandi við tunlarnar, maskinur, sum Landsverk hevur keypt, hvat er goldið til privatar veitarar og fyri hvønn kostnað – og um talan er um føroyskar ella útlendskar fyritøkur.

Nú farast skal undir Tjørnuvíkartunnilin verður somuleiðis spurt, hvussu royndirnar og kostnaðurin og týdningurin fyri búskapin og fakligu førleikarnar í Føroyum av ymsu tunnilsbyggingunum verður løgd til grund fyri arbeiðið við Tjørnuvíkartunnilin, og nær ætlanin er at byrja arbeiðið. 

Á Løgtingi, 26. august 2026  
Høgni Hoydal 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #