Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari:  Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinna 
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum 
Evni:  Kostnaður av arbeiðs- og uppihaldsloyvum og familjusamanføring

Spurningar:   
1. Hvørjar útreiðslur hevur tað almenna av at umsita skipanina við arbeiðs- og uppihaldsloyvum, undir hesum til starvsfólk, KT-skipanir og arbeiðið við afturferðarloyvum?

2. Hvørjar útreiðslur hava land og kommunur av familjusamanføring hjá útlendskari arbeiðsmegi, eitt nú til dagstovnar, skúlar, heilsuverk, integratión og barnaverndartænastur?

3. Er nøkur samlað meting gjørd av netto-íkastinum fyri samfelagið, tá bæði inntøkur og útreiðslur verða roknaðar saman, og í so fall, hvat vísir tann metingin?

Viðmerkingar: 
Víst verður mangan á, hvønn týdning útlendsk arbeiðsmegi hevur fyri føroyska búskapin og BTÚ, meðan minni verður kannað ella greitt frá um tær útreiðslur, sum fylgja við.

Vit vita, at drúgvar málsviðgerðartíðir hava víst, at Útlendingastovan hevur brúk fyri fleiri starvsfólkum og nýggjum KT-skipanum. Eisini hevur trupulleikin við uppihaldskortum longu kravt eyka arbeiðsorku og kostnað. Hetta merkir, at tað eru størri útreiðslur hjá almennu kassunum.

Harumframt hevur familjusamanføring við sær útreiðslur hjá bæði landi og kommunum í samband við integratión á dagstovnum, skúlum og hjá heilsuverkinum, umframt at útreiðslurnar á barnaverndarøkinum eru hækkaðar munandi frá 2023 til 2024. Í Danmark vísa greiningar, at innflutt arbeiðsmegi gevur eitt positivt íkast, meðan familjusamanføringar, tíverri, draga niður.

Tí er tað týdningarmikið at fáa greiðu á, hvørjar útreiðslur Føroyar hava á hesum økinum, og um nøkur samlað búskaparlig meting er gjørd, tá bæði inntøkur og útreiðslur verða tiknar við. 

Á Løgtingi, 29. august 2025 
Eyðdis Hartmann Niclasen 
          

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #